Avdúking av hugskotskapping til miðbýarætlan

Avdúking av hugskotskapping til miðbýarætlan 18. juni í Mentanarhúsinum kl 17:00.

Miðbýarætlan til Fuglafjørð

 

Fuglafjarðar býráð hevur eina visjón um ein nýggjan miðbý í Fuglafirði. Miðbýarætlanin skal styrkja verandi møguleikar, styrkja samleikan í økinum og at fáa eindirnar í býnum at finna saman. Høvuðsendamálið við eini burðardyggari miðbýarætlan er at økja um lívsgóðskuna, við eini býarskipan, ið skapar nýtt lív, økirt rivnaðin, leggur upp til nýggj bústaðarmynstur og skipar ferðsluna á tryggan hátt. Sum kommuna hava vit ábyrgd av at tryggja dygd og menning av býarumhvørvi, landslagi, menning av arkitekturi og umhvørvi, við støði í teim virðum Fuglafjørður longu hevur.

 

Í januar 2024 tók býráðið í Fuglafjarðar kommunu avgerð at bjóða trimum teknistovum at luttaka í hugskotskapping til nýggja miðbýarætlan.

 

Upprunaliga byrjaði arbeiðið á  heysti 2022, tá avgerð varð tikin at seta í verk eina miðbýarætlan og peningur varð settur av á fíggjarætlan kommunurnar, at fyrireika arbeiðið. Í 2023 hevur verið arbeitt við at gera eina kappingarskrá.

 

Kappingin er ein innboðin arkitektakapping, skipað sum ein hugskotskapping, útskrivað sambært reglunum hjá Arkitektafelag Føroya. Í dómsnevndini sita m.a. tveir fakdómarar tilnevndir av Arkitektafelagnum.

 

Til innbodnu arkitektakappingina, valdi Fuglafjarðar kommuna, at bjóða fylgjandi teknistovum:  EyA, Map og Henning Larsen NA við í  hugskotskappingina. Arkitektafelag Føroya hevur ráðgivið kommununi í tilgongdini.

 

Tann 24. mai  2024, var freistin úti at lata hugskot til miðbýarætlan fyri Fuglafjørð, inn. Seinastu vikurnar hevur ein dómsnevnd, sett saman av fakdómarum, býráðspolitikarum, og starvsfólki úr umsitingini, mett um uppskotini og er nevndin klár at avdúka niðurstøðuna.

 

Samlaða upphæddin til virðislønir, innkeyp og samsýningar er 750.000 kr.

 

Hervið verður boðið inn til eina almenna samkomu og øll eru vælkomin.

 

Á skránni er:

 

  • Dávur Juul, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
  • Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri, greiðir frá tilgongdini við hugskotskappingini.
  • Bárður á Lakjuni spælur nøkur løg.
  • Dávur Juul, borgarstjórii, avdúkar niðurstøðuna frá dómsnevndini og handar virðislønir.
  • Vinnarin av hugskotskappingini fyri miðbýarætlanina, tekur orðið.
  • Uppskot verða avdúkaði.

 

Frá 19. juni 2024 og eina tíð fram hanga myndatalvurnar av hugskotunum alment uppi í Ribarhús.