B36 er framvegis ósigrað

1. DEILD: Í kvøld endaði tað javnt í grannauppgerð úti á Argjum

Filip í Liða legði AB á odda 1-0 í grannauppgerðini ímóti B36, sum endaði 1-1

Meðan tað nú í nógvar vikur hevur gingið striltið og úrslitini hava verið soltin hjá besta B36 liðnum, so gongur tað væl hjá næstbesta liðnum.

 

Í kvøld spældi B36 í 1. deild fyri 11. ferð í ár í landskappingini, og eftir ellivu dystir er B36 framvegis ósigrað, og B36 er greitt topplið í næstbestu deildini. Í kvøld var B36 á Argjum, har úrslitið var 1-1. Úrtøkan higartil er 23 stig, og B36 er fimm stig frammanfyri næstbesta liðið, sum er B71. Sandoyingar fara í morgin at spæla á Vágseiði ímóti FC Suðuroy.

 

Javnleikurin í kvøld ber við sær, at AB er á fjórða plássi við 16 stigum.

 

Í kvøld legði AB seg á odda í 24. minutti. Málskjútti var Filip í Liða. Hann hevur skorað fýra mál higartil í ár og er AB toppskjútti saman við Marley Blair.

 

AB leiðlsan helt inntil seks minuttir eftir steðgin, tá ið B36 javnaði til 1-1. Málskjútti var Tobias Hansen. Hann hevur higartil í ár skorað fimm mál og er toppskjútti hjá B36.

 

Tølini siga, at talan var um rættiliga javna grannauppgerð. Eitt nú vann AB seks hornaspørk, og B36 vann sjey hornaspørk.

 

Um eina viku verður AB aftur partur av grannauppgerð. Tá verður tað í Gundadali ímóti HB. Í 12. umfari fær B36 vitjan av Víkingi.   

 

Filip í Liða legði AB á odda 1-0 í grannauppgerðini ímóti B36, sum endaði 1-1