B36 spilti seg burtur

NSÍ reisti seg í seinna hálvleiki sum fuglurin Føniks, eftir at B36 í meiri enn ein hálvan tíma sá út til at hava kós ímóti tryggum sigri

Klæmint A. Olsen javnaði til 2-2, tá ið hann fyri triðju ferð í ár var málskjútti í landskappingini

Tað endaði 2-2, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av B36. Tá ið úrslitið í fyrra dystinum millum hesi feløg í Runavík var 1-0 heimasigur, so kundi tað hugsast, at teir í B36 vóru fegnir um, at tað í kvøld eydnaðist teimum í árstalsfelagnum at hava eitt stig við sær til hús.

 

Men teir í B36 høvdu alla orsøk at vera vónbrotnir í kvøld. Tí B36 var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, og B36 hevði aðrar møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn NSÍ í 70. minutti minkaði um munin, og NSÍ tríggjar minuttir seinni javnaði til 2-2.

 

Og síðstu løtuna vóru tað møguleikar í báðum endum at skora sigursmálið.

 

NSÍ legði bragdliga fyri, men tað var skjótt, at B36 fekk fatur á endanum, og so hevði B36 stóran løtu undan steðginum og stóra løtu eftir steðgin fatur á tí. Tað bar tvey mál við sær. Stórur hálvur tími var farin, tá ið Zean Peetz Dalügge við skoti av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru sendi bóltin dygst undir tvørtrænum og í handara síðunetið.

 

Og fimm minuttir seinni økti B36 um leiðsluna, og so sá tað út til, at hetta fór at verða dagurin, tá ið B36 loksins fór at fáa úrtøku úr góðu møguleikunum, sum býr í spælarunum og liðnum. Nú var tað Marius Kryger Lindh, sum var málskjútti, og Bjarki C. Nielsen, sum aftur í kvøld fyri tað mesta var í høgru, átti uppleggið.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevði B36 fleiri góðar royndir, sum kundu havt økta leiðslu við sær, men tað eydnaðist ikki at skora. Tað kom illa við, tá ið B36 liðformaðurin Jann J. Benjaminsen tíggju minuttir eftir steðgin noyddist skaddur av vøllinum, og tá ið NSÍ hevði minkað um munin, var alt heilt víðopið.

 

Í 2-0 tapinum í Gøtu sat Steffan A. Løkin skaddur á beinkinum alla tíðina. Heldur ikki í kvøld var hann millum teir fyrstu ellivu, men miðskeiðis í seinna hálvleiki varð hann skiftur inn, og tað tóktist ikki, at vøddaskaðin bilaði nakað. Steffan hevur verið sera væl upplagdur higartil í ár, og 20 minuttir undan dystarloki var hann málskjútti fyri triðju ferð í ár. Petur Knudsen stóð fyri flata innlegginum úr høgru, og Steffan stýrdi við innarusíðuni bóltín í handara síðunetið.

 

Tríggjar minuttir seinni var bólturin aftur í B36 málinum. Silas Eyðsteinsson var nýggjur B36 málverji. Hann bjargaði fleiri ferðir heilt væl, men í hesum førinum var hann óheppin og misti bóltin, tá ið hann eftir NSÍ innlegg úr vinstru tveitti seg. Og so var Klæmint A. Olsen fyrstur á bóltinum og skumpaði hann inn um strikuna. Hetta var triðja málið hjá Klæminti í ár, og 2-2 ber við sær, at Klæmint og NSÍ hava 19 stig, meðan teir í B36 hava 15 stig.

 

Í kvøld eiga teir í B36 alla orsøk til at vera vónbrotnir um, at tá ið kósin sá út til at vera ímóti tryggum sigri, so endaði tað síðstu løtuna við, at mótstøðuliðið reisti seg og skoraði tvey mál og fór avstað við einum stigi. Men hetta líkist nógv gongdini, sum hon hevur verið higartil í ár hjá B36.

 

Klæmint A. Olsen javnaði til 2-2, tá ið hann fyri triðju ferð í ár var málskjútti í landskappingini