Bara suðuroyingar hava nú diesel

Støðirnar kring landið eru nú við at tømast fyri brennievni

Í løtuni ber bara til at keypa diesel í Suðuroy. Hjá Magn er diesel enn at fáa í Vági, og hjá Effo er diesel eftir á øllum trimum støðunum í Suðuroy, í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba.

Hjá Magn er bensin enn at fáa á sandi, í Vestmanna og í Miðvági. Og hjá Effo er bensin enn at fáa í Sørvági, á Sandi, í Hvalba, á Tvøroyri og í Vági.

Finn Jakobsen, stjóri á Magn sigur, at hann væntar, at alt brennievnið verður uppi um vikuskiftið, at tað sama heldur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo.

 

##med2##

Oljufeløgini bæði eru partur av tilbúgvingini, og tí hava tey altíð brennievni eftir til neyðsynjarakfør, sum eru sjúkrabilar, løgreglubilar, sløkkiliðsbilar og aðrir bilar, sum hava fingið undantak frá arbeiðarafeløgunum, tað kann eitt nú vera heilsustarvsfólk, sum hava tørv á bilinum fyri at kunna røkja sítt arbeiði.