Bensin og diesel gongur undan

Fleiri bensinstøðir eru í uppsetri við bæði bensin og diesel

Effo hevur einki diesel eftir í Havn og á Argjum. Heldur ikki í Klaksvík og í Leirvík.

Einasta stað, har Effo hevur diesel, er í Saltangará, í Skálafirði, á Strondum, í Hvalba, Tvøroyri og í Vági.

 

Effo hevur ikki bensin eftir á Argjum, í Klaksvík, Leirvík og Saltangar og á Strondum.

Hesar støðir hjá Effo hava enn bensin:

 

  • Í Gundadali í Havn
  • Í Skálafirði
  • Kollafjørður
  • Sørvágur
  • Sandur
  • Hvalba
  • Tvøroyri
  • Vágur

 

##med2##

Hjá Magn er diesel uppi á Frælsinum í Havn, við Ringvegin í Havn, í Klaksvík, í Gøtudali, í Trongisvági, við Streymin, í Vestmanna og í Miðvági. Einastu støðir hjá Magn, sum enn hava diesel, eru Sandur, Saltangará og Vágur

Bensinið er uppi hjá Magn í Klaksvík, í Gøtudali, í Saltangará og í Trongisvági

Hesar støðir hjá Magn hava enn bensin:

 

  • Frælsið í Havn
  • Við Ringvegin í Havn
  • Sandi
  • Saltangará (oktan 95)
  • Við Streymin
  • Vestmanna
  • í Miðvági
  • Í Vági.

 

##med3##

 

##med4##