Hvítu Húsini vísa aftur, at amerikanski forsetin, 81 ára gamli, Joe Biden, skal fáa viðgerð fyri Parkinsonsjúku. Nógvar søgur ganga um heilsustøðu forsetans eftir kjakið við Donald Trump.

Biden fær ikki viðgerð fyri Parkinson

Tað sigur tíðindaskrivarin hjá Hvítu Húsunum í kvøld, Karine Jean-Pierre.

Hvítu Húsini vísa aftur, at amerikanski forsetin, 81 ára gamli, Joe Biden, skal fáa viðgerð fyri Parkinsonsjúku. Nógvar søgur ganga um heilsustøðu forsetans eftir kjakið við Donald Trump.

Á einum tíðindafundi í kvøld váttar tiðindaskrivarin hjá Hvítu Húsunum, Karine Jean-Pierre, at læknarnir fylgja væl við heilsustøðuni hjá forsetanum, Joe Biden, og seinast, hann var á læknavitjan, var so seint sum í dag.

 

Sambært Karine Jean-Pierre heldur neurologur eisini eyguni við forsetanum, men tíðindaskrivarin ynskir ikki at upplýsa nøvnini á serfrøðingunum, sum standa fyri viðgerðini av hinum 81 ára gamla.

 

Hon vísir aftur søgunum um, at ein serfrøðingur í Parkinson-sjúku skal hava vitjað Hvítu Húsini átta ferðir.

 

Í dag vildu tíðindamiðlarnir hava at vita, um forsetin verður viðgjørdur fyri Parkinson - ella um hann tekur heilivág móti Parkinson, men svarið til allar hesar spurningar var eitt greitt nei.

 

Vánaligi leikluturin hjá Joe Biden í sjónvarpskjakinum við fyrrverandi forsetan, Donald Trump, hin 27. juni hevur sett ferð á søgur um heilsustøðu forsetans, og nú mæla fleiri demokratar forsetanum til at taka seg aftur sum forsetavalevni.

 

 

 

Hvítu Húsini vísa aftur, at amerikanski forsetin, 81 ára gamli, Joe Biden, skal fáa viðgerð fyri Parkinsonsjúku. Nógvar søgur ganga um heilsustøðu forsetans eftir kjakið við Donald Trump.