Bjarni virðir løgtingssamtykt um vakmyndatól men tað bíðar

Men hann heldur, at tað eru fleiri mátar at geva kommunum heimild at seta upp vakmyndatól – uppskot um tað kemur neyvan tingið fyrr enn í næstu tingsetur

Við Sosialin herfyri segði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, at málið um at loyva vakmyndatólum í náttarlívinum liggur niðast á listanum í Løgmálaráðnum.

Tað var Helgi Abrahamsen, sum settir Bjarna Kárason Petersen ein grein 52a spurning um vakmyndatól, eftir at landsstýrismaðurin við Sosialin segði, at ikki lá fremst í huga hjá honum.

Spurningarnir, sum løgtingsmaðurin settir, vóru soljóðandi:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja løgtingssamtyktini um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól (tingmál nr. 69/2023?)

2. Um landsstýrismaðurin ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, nær kann so roknast við, at lógaruppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið?

Í svari sínum sigur Bjarni Kárason Petersen, at hann sjálvandi virðir løgtingssmatyktina, og at talan er um eitt mál, ið er sett á dagsskrá í Løgmálaráðnum.

Hann sigur víðari, at spurningurin frá løgtingsmanninum tykist byggja á ta fatan, at tað er bara ein háttur at gera eina heimild at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.

– So er ikki, ein slík heimild kann gerast á fleiri mátar. Tá ið eg í Sosialinum eri endurgivin fyri at siga, at tað eru ymiskar loysnir at skipa hesa heimild, so skal hetta ikki skiljast sum, at eg ikki virði løgtingssamtyktina, men hinvegin, at vit í Løgmálaráðnum arbeiða við at finna eina góða loysn, sum javnvigar atlitið at trygd í býarlivinum og atliti at persónliga frælsinum, sigur Bjarni Kárason Petersen.

– Í hesum sambandi kann eg vísa á, at endamálið við vakmyndatólslógini, t. e. løgtingslóg nr. 178 frá 17. desember 2020 um yvirvøku við vakmyndatóli, er at tryggja rættin hjá persónum ikki at vera fyri óneyðugari og inntrívandi privatari yvirvøku í almenna rúminum, samstundis sum, at neyðug atlit verða tikin til, at tað í ávísum førum kann verða neyðugt at yvirvaka.

– Tað eru gjørdar nógvar kanningar um, hvussu yvirvøka við vakmyndatóli ávirkar atburðin hjá persónum í náttarlivinum. Hesar kanningar vísa rættiliga greitt, at yvirvøka ikki fyribyrgir harðskapi ella onnur sløg av atgerðum, sum persónar fremja í sinnisrørslu, sigur landsstýrismaðurin. 

Hinvegin kann yvirvøka fyribyrgja tey sløg av kriminalitieti, sum eru merira løgd til rættis, vísir hann á. 

– Men vit vita, at yvirvøka sjálvsagt kann vera eitt sera hent amboð hjá politinum í sambandi við kanningararbeiði, sigur hann.

– Ein vikomandi meginrelga í hesum sambandi er, at tað eigur ikki at gerast størri inntriv í rættindini hjá tí einstaka enn neyðugt er í mun til endamálið . Hetta merkir, t. d. at vakmyndatól ikki skulu upptaka meira enn tað, ið er neyðugt fyri at røkka endamálinum. Ei heldur skal takast upp longri enn mett neyðugt, og upptøkurnar skulu strikast skjótast gjørligt. Eisini skal skeltast so, at persónar hava møguleika at vita, um tað verður yvirvakað, heldur hann.

– Í tráð við hesi sjónarmið hevur Føroya Politi áður ført fram, at tá ið flestu harðskapsmálini verða fram í náttarlívinum í Havn, so kundu vakmyndatók verið sett upp á útvaldum støðum, og tað kundi verið avmarkað, nær vakmyndatólini tóku upp, t. d. einans ávisar dagar og ávisa klokkutíð um náttia. Eisini verður neyðugt at nágreina, nær og hvar kommunur skunnu seta upp vakmyndatól, og hvussu og nær politiið kann fáa agongd, til dømis við rættarúrskurði til vakmyndatól , sum t. d. Tórshavnar Kommuna eigur.

– Tað eru øll hesi atlit og spurnignar, sum ein lógarnroyting um at loyva komunum at seta upp vakmyndatól í býarlívinum skulu viga upp ímóti hvørjum øðrum.

– Eg havi eisini umhugsað, um ein slík broyting í fyrstu syftu kundi verið gjørd í eini royndartíð - til dømis fimm ár, og at man eftir oryndartíðina kundi eftirmett nyttuna og týdningin av vakmyndatólum í býarlívinum.

– Vit í Løgmaðalaráðnum arbeiða við fleiri øðrum lógaruppskotum, sum skulu leggjast fyri Løgtingið hesa tingsetuna. Tí er ivasamt, um vit kunnu fáa hetta lógaruppskotið lagt fyri tingið í hesi tingsetuni, men eg vænti at eitt uppskot kann verða lagt fyri tingið á heysti í 2025.

 

 

Við Sosialin herfyri segði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, at málið um at loyva vakmyndatólum í náttarlívinum liggur niðast á listanum í Løgmálaráðnum.