Bjartalíð skoraði í aðalroyndini hjá Fredrikstad

Fredrikstad spældi í dag seinasta venjingardystin undan kappingarbyrjanini í bestu norsku fótbóltsdeildini

Mynd: Fredrikstad FK

Jóannes Bjartalíð spældi í dag fyrsta dystin fyri Fredrikstad aftaná skurðviðgerðina.

 

Talan var um seinasta venjingardystin hjá Fredrikstad, ið var móti Strømsgodset á útivølli í Drammen.

 

Longu tá tríggir minuttir vóru farnir skoraði Jóannes fyri liðið, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara. 

 

Stutt undan steðginum javnaði Strømsgodset til 1-1, og so komu ikki fleiri mál í dystinum. 

 

Fredrikstad hevur spælt seks venjingardystir móti norskum liðum síðani 16. februar. Í hesum seks dystunum hevur Fredrikstad vunnið tríggjar dystir og tríggir eru endaðir javnir. 

 

2. páskadag klokkan 13.30 tekur Fredrikstad móti verandi meistarunum, Bodø/Glimt á heimavølli í fyrsta dystinum í bestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. So talan verður um eina harða byrjan hjá Fredrikstad.

 

 

 

Mynd: Fredrikstad FK