Bjørn Kalsø hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum

Hann er púra ósamdur við landbúnaðarpolitikkin hjá flokkinum

Málið um gongd í haga – ella lógin um burðardygga ferðavinnu, hevur nú elvt til, at Bjørn Kalsø, sum er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkinum, hevur meldað seg úr flokkinum.

Tað váttar hann fyri in.fo í morgun.

– Tað eru nakrir dagar síðani, at eg gjørdi tað. Eg eri púra ósamdur við landbúnaðarpolitikkin hjá flokkinum, og tá at kalla allur flokkurin tók undir við málinum um burðardygga ferðavinnu í flokkinum, so gjørdi eg av melda meg úr flokkinum, sigur hann.

Hann vísir annars á, at hann ikki hevur verið aktivur í politikki, síðani hann gavst í Løgtinginum í 2019, tá hann ikki stillaði uppaftur á løgtingsvalinum.

Politiska yrkisleiðin hjá Bjørn Kalsø byrjaði 25. februar, tá hann tók við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum eftir Johan Dahl, sum eftir bara tríggjar vikur í starvinum varð koyrdu frá sum landsstýrismaður eftir eina herferð um svik ímóti honum í fullveldisblaðnum Fregnum. Eitt mál, sum tað tó ongantíð spurdist annað burturúr. Men politiska órógvið av hesum var ov stórt, helt Jóannes Eidesgaard, sum tá var løgmaður.

Bjørn Kalsø var síðani valdur á ting í 2008, í 2011 og í 2015. Hann gavst sum nevnt í 2019, tá hann ikki stillaði uppaftur. Hann starvast sum lærari í Klaksvík.