Bøtur og klipp fyri at koyra um reytt

Tað er ikki ólógligt at vera ótolin, men tað er ólógligt at koyra, tá tað lýsir reytt.

Tað er hent fleiri ferðir áður, at bilførarar hava fingið bøtur og klipp fyri at koyra um reytt ljós við tunlarnar Norður um Fjall. 

 

Her er ljósskipan, sum regulerar ferðsluna, og óneyðugt átti at verið at sagt, at bilar eiga ikki at koyra, tá lampan lýsir reytt.

 

Men, eftir øllum at døma er trupult at fáa nakrar bilførarar at akta ljósskipanina, og tað eru eftir øllum at døma fleiri, sum taka kjansin.

 

Tað er ikki ólógligt at vera ótolin, men tað er ólógligt at koyra, tá tað lýsir reytt.

 

Aftur í gjár gjørdi løgreglan kanningar við tunlarnar Norður um Fjall.

 

- Vit vóru her í umleið trý korter, og bert hesa løtu vórðu tríggir bilførarar skrásettir at koyra, meðan lampan lýsti reytt.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta kostar bilførarunum eina bót og eitt klipp í koyrikortið í part.