Bókaframløga: Kvinnur, sum lótu lív í barsilssong

Fólk, ið doyggja, liva í minninum á teimum, ið eftir sita. Tey koma á sín hátt til lívs aftur, tá ið tosað verður um tey, tá ið fólk práta og minnast í felag.

Nógv vendu sær til mín, tá ið eg lýsti eftir fólki til verkætlanina. Avmarkingar vóru á uppgávuni, so alt kom ikki við, kortini haldi eg, at fevnir søgan breitt.

Tíðindaskriv:

 

Men leingi var eisini góðtikið, at fekk einhvør ein serliga syndarligan deyða, varð ikki tosað um tað. Tann, ið farin var, varð varðveittur í minninum hjá tí einstaka, men viðkomandi kom ikki til lívs í prátinum millum fólk... Les meira

 

Bókin verður løgd fram í Reinsarínum fríggjadagin 14. juni kl. 20.

Dorit Hansen tosar við Rigmor um bókina. Ása Helena Brynjarsdóttir gevur okkum tónleikin. Bókin verður seld fyri serprís tað kvøldið.

 

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kom og lurta eftir hesum hjartanemandi søgunum. Kaffi, vín og øl fæst í barrini.

 

Hjartaliga vælkomin

 

Rigmor Restorff Dam

 

##med2##

 

Rigmor Dam fekk áhuga fyri hesum evninum - kvinnur, sum lótu lív í barsilssong -, fyri einum 20 árum síðan. 

 

– Ein kvinna fortaldi mær um ommu sína, sum doyði frá fleiri børnum fyrst í farnu øld, og hvussu tað hevði ávirkað familjuna í fleiri ættarlið. Børnini vórðu sett út til onnur til fosturs og mistu sambandið sínámillum, og enn í dag var familjan ikki komin til sættis við sorgina. Hendingin hevði hingið sum eitt myrkt skýggj yvir øllum systkinunum. Tí ongin segði nakað. Mamman bleiv bara tagd burtur.

 

Ein onnur segði: – Tá ið vermóðir bleiv dement, fór hon fyri fyrstu ferð at tosa um, hvussu tað var, tá ið mamman hennara doyði frá øllum børnunum. Hon hevði ongantíð nevnt tað fyrr.

 

– Minnissamrøður sum hesar verða ofta brúktar til at siga søguna um tey sonevndu søguleysu, sum ikki løgdu keldur eftir seg, ella um viðurskifti, sum hava verið umgird av tøgn og tabu.

 

Nógv vendu sær til mín, tá ið eg lýsti eftir fólki til verkætlanina. Avmarkingar vóru á uppgávuni, so alt kom ikki við, kortini haldi eg, at fevnir søgan breitt.