Bráfeingissjúkrahús í Rafah

Reyði Krossur Føroyar skrivar, at bara ein triðingur av sjúkrahúsunum í Gaza eru enn í brúk, og bráfeingis tørvur er á læknafrøðiligari hjálp, viðgerð og útgerð

Mynd: ICRC

Tí hava fleiri Reyða Kross feløg sligið seg saman og latið eitt bráfeingissjúkrahús í Rafah upp. Sjúkrahúsið skal hjálpa sjúkum, særdum og kvinnum sum eru við barn. 60 seingjarpláss eru, og umleið 200 fólk kunnu fáa hjálp dagliga. Sjúkrahúsið er eitt stórt átak millum altjóða Reyða Kross ráðið (ICRC) og 12 Reyða Kross landsfeløg, har ímillum danska og palestinensiska Reyði Kross.

 

Reyði Krossur Føroya sigur at bráðfeingissjúkrahúsið er týdningarmikið, tí tørvurin á hjálp er ómetaliga stórur.

 

- Sjúkrahúsið loysir ikki tað ovurstóru humaniteru vanlukkuna, ið vit í løtuni eru vitni til, men ger tað mun, og er við til at bjarga lívum, sigur Reyði Krossur Føroya. 

 

Bráðfeingissjúkrahúsið lat upp í síðstu viku, og hesa vikuna eru longu 8 børn fødd, 8 skurðviðgerðir framdar, fleiri enn 20 hava verið innløgd og 880 viðtalur hava verið á staðnum. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum og í restini av Gaza stríðast alt døgnið fyri at bjarga lívum

 

Reyði Krossur kallar framhaldandi á allar partar um at loyva humaniteru hjálpini framat, og at finna ein varandi politiska loysn fyri fólkið í Gaza, fyri gíslarnar og fyri øll, ið eru ávirkað av stríðnum.

 

##med2##

 

Mynd: ICRC

Mynd:ICRC