Bretski andstøðuleiðarin til reiðar til val: Tíð til broytingar

Labour-leiðarin lovar støðufesti og ætlar at syrgja fyri marknatrygd og styttri bíðilistum.

Keir Starmer, formaður í Labour, sæst her eftir at valið varð skrivað út í dag. - Foto: Stefan Rousseau/Ritzau Scanpix

Bretski andstøðuleiðarin, Keir Starmer, sigur, at komandi tjóðartingsvalið í summar snýr seg um broytingar.

Starmar er formaður í javnaðarflokkinum Labour, sum stendur til sigur í landsumfatandi kanningunum.

Seinast flokkur hansara sat við stjórnarvaldinum var, tá Gordon Brown var stjórnarleiðari frá 2007 til 2010. Hann kom aftan á Tony Blair, sum eisini var úr Labour. Men í væl meira enn 10 ár hevur Bretland verið undir konservativari leiðslu.

– Hvat so verður sagt og gjørt, so er tað møguleikanum fyri broyting, sum tað smýr seg um, sigur Starmer við stuðlar sínar, eftir at Ruschi Sunak, forsætiráðharri, hevur boðað frá, at valið verður 4. juli.

– Ein atkvøða fyri Labour er ein atkvøða fyri støðufesti – búskaparliga og politiskt, sigur andstøðuleiðarin og sigur, at nú er stundin at »steðga rumblinum«.

Hann sigur, at Labour hevur eina langtrøkkandi ætlan, sum skal syrgja fyri búskaparligum støðufesti, tryggja bretsku mørkini, gera bíðilistarnar í heilsuverkinum styttri og orkurokningarnar bíligari.

Sunak, sum skrivaðu út valið uttan fyri Downing Streen nummar 10 í oysandi regni, nevndi eisini búskapain – men sum eina grundgevingi fyri, hví hann skuldu sleppa at verða sitandi sum forsætisráðharri.

Í dag kom fram, at Bretland hevur lægstu inflation í trý ár, eftir at hon í longri tíð hevur verið alt ov høg.

Atfinnarar siga tó, at bøttu búskapartølini í stóran mun skyldast alheims broytingar í búskapinum.

Síðani valið í 2019 hava bretar havt tríggjar forsætisráðharrar. Tann fyrsti var Boris Johnson, sum vann ein sannførandi valsigur við einum lyfti um at fáa Bretland úr ES við fólkaatkvøðuna í 2016.

Hann var tó uppi í fleiri gølur. Síðani kom eftirkona hansara, Liz Truss, til, og funnist varð at henni fyri ikki bara at føra bretska búskapin í vanda, men eisini fyri vánaligu veljarakanningar. Hennara tíð í starvinum vardi bara í 49 dagar.

Harvið verður tað fyrstu ferð, at avloysarin hjá Truss, Sunak, skal til val sum forsætisráðharri, skal til val sum forsætisráðharri, og tað sær alt annað enn lætt út hjá honum.

Nýggjar kanningar geva Labour um 44 prosent, meðan Konservativi flokkurin liggur um 23 prosent. 

Á seinasta vali í 2019 endaði Konservativi flokkurin á 43,6 prosentum av atkvøðunum. Labour fekk 32,1 prosent.

/ritzau/Reuters

 

 

Keir Starmer, formaður í Labour, sæst her eftir at valið varð skrivað út í dag. - Foto: Stefan Rousseau/Ritzau Scanpix