Bronsjupláss til Miriam og Bjarnhild

Í hálvfinaluni møtti føroyska kvinnuparið einum sera sterkum pari úr Avstralia.

Hálvfinalan gjørdist endaplássið hjá landsliðsleikarunum Miriam í Grótinum (HBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) í luttøku teirra í Yonex Finnish International 2024.

 

Kappingin er góðkend av Badminton World Federation sum partur av teirra sonevndu Future Series. 

 

- Í hálvfinaluni møtti føroyska kvinnuparið yvirvøldini í einum sera sterkum pari úr Avstralia, har tann eina er fødd í Japan í 1996 og hevur vunnið nógv gull heiðursmerkir í altjóða kappingum áður.

 

Tað vita tey í Badmintonsambandi Føroya at siga í kvøld.

 

Lagt verður aftrat, at avstralska parið er nummar 185 á støðulistanum hjá BWF, har Miriam og Bjarnhild vóru nummar 614 áðrenn hesa kappingina. Avstralska parið vann hálvfinaluna við tveimum settum, ávikavist 21-12 og 21-7.

 

- At luttaka regluliga í altjóða góðkendu kappingunum hjá BWF er lutfalsliga nýtt hjá føroyskum badmintonleikarum. Hetta er soleiðis fyrstu ferð, at føroyskir leikarar enda í Topp 3. 

 

Í Badmintonsambandi Føroya ynskja tey Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen hjartaliga tillukku við góða úrslitunum!