Bruun Rasmussen: – Vit satsa meira upp á føroyska list nú

– Tað er serligt, at eitt land við so fáum fólkum allíkavæl hevur eina listasøgu við so høgari góðsku og so nógvum góðum yrkislistafólkum, sigur Niels Boe-Hauggaard frá Bruun Rasmussen Kunstauktioner.

Niels Boe-Hauggaard

Grein úr Sosialinum:

 

Bruun Rasmussen Kunstauktioner er størsta og kendasta uppboðssøluhús í Danmark. Tað kemur ofta fyri, at føroysk list verður seld á uppboðssølu her – bæði fysiskt og á netinum.

 

– Vit hava eina siðvenju at selja føroyska list. Tað er nakað, vit gjøgnum árini hava gjørt nógv av, men nú í seinastuni hava vit merkt ein serliga stóran áhuga og eftirspurning, sigur Niels Boe-Hauggaard, sum er deildarleiðari hjá Bruun Rasmussen Kunstauktioner.

 

– Føroysk list er blivið nakað, vit eru farin at satsa uppá. Og vit vilja gjarna gera meira við tað, leggur hann aftrat.

 

Her skuldi man kanska trúð, at tað bara vóru føroyingar, ið keyptu føroyska list, men soleiðis er ikki:

 

– Verkini fara ofta til Føroya, men nógv fara eisini til Danmarkar. Tað kunnu til dømis vera danskir samlarar, og vit hava eisini selt okkurt til altjóða samlarar, fortelur Niels Boe-Hauggaard, sum er í deildini fyri modernaða list og samtíðarlist.

 

Hann vísir víðari á, hvørji listafólk ganga best.

 

– Mikines er jú tað størsta og mest viðurkenda navnið úr Føroyum, og hann er vælkendur millum listaáhugað í Danmark, serliga í sambandi við tað søguliga, sigur hann.

 

– Men vit síggja allatíðina verk og listafólk, sum kunnu yvirraska. Herfyri høvdu vit eina uppboðssølu við einum verki av Olivur við Neyst, sum vit høvdu sett til 20.000. Men tað fór fyri 60.000. Nú doyði hann eisini kort síðani, so tað kann sjálvandi hava ávirkað. Men óansæð var hatta ein fantastiska flottur málningur. So ja, har eru fleiri dømi um, at ting yvirraska í hesum marknaðinum.

 

– Vit seldu eisini verk frá einari danskari samling. Har vóru nøvn sum Ingálvur av Reyni, sum jú er ekstremt eftirtraktaður. Hann gekk eisini væl á okkara seinastu uppboðssølu.

 

##med2##

 

Sterkir litir og náttúran

 

Niels Boe-Hauggaard er imponeraður av føroysku listasøguni.

 

– Tað er serligt, at eitt land við so fáum fólkum allíkavæl hevur eina listasøgu við so høgari góðsku og so nógvum góðum yrkislistafólkum, sigur hann.

 

Føroyska listin verður typiskt umrødd sum klassisk modernistisk hjá Bruun Rasmussen.

 

– At tað er ein so sterkur og breiður áhugi fyri føroyskari list, hevur uttan iva okkurt at gera við sterku litirnar og innihaldið í verkunum, sum ofta er inspirerað av føroysku náttúruni. Hesi elementini appellera til nógv, haldi eg.

 

Niels Boe-Hauggaard greiðir víðari frá, hvussu føroyska listin verður seld á uppboði sum partur av einum tema.

 

– Vit royna at presentera føroyska list sum ein samanhang og ein tematiskan bólk á okkara uppboðssølum. Tað gera vit bæði, tá vit hava hesar beinleiðis hamarslags-uppboðssølurunar, men eisini á okkara leypandi online-uppboðssølum. Har gera vit tematiskar sølur, tí vit síggja, at tað tiltrekkir bæði seljarar og keyparar. Man fær meira burturúr tí, tá man eisini kann fortelja eina søgu og seta ting í samanhang, sigur Niels Boe-Hauggaard.

 

##med3##

 

Hvar kemur listin frá?

 

Er nógv føroysk list í Danmark, ella eru tað føroyskir seljarar, ið selja gjøgnum tykkum?

 

– Bæði. Tað finst generelt nógv føroysk list í Danmark. Listin er í stóran mun viðurkend millum danskar samlarar.

 

– Nógv føroysk listafólk hava jú búð í Danmark í tíðarskeiðum. Kanska nemt sær útbúgving her, sýnt fram ella búð her fast. So tað er ein øgiliga integreraður partur av tí, vit kalla klassisk modernisma og danskari málningalist frá 1930-50. Har fyllir tað øgiliga nógv, tí nógvir góðir føroyskir málarar vóru í tí tíðarskeiðnum. So ja, tað er øgilgia etablerað, sigur Niels Boe-Hauggaard.

 

– Umframt tey stóru nøvnini er tað eisini stuttligt at royna at fáa nøkur av minnu og nýggju nøvnunum fram. Kanska serliga um tað er okkurt, sum er sjáldsamt, sigur hann.

 

Í heyst fer Bruun Rasmussen at gera enn meira burturúr føroyskari list við einari nýggjari uppboðssølu. Hesum leita tey nú eftir verkum til.

 

Niels Boe-Hauggaard