115 nýggjar privatar íbúðir í Havn

Byggifyritøkan Articon fer nú at byggja 48 leiguíbúðir og 22 raðhús við Miðhorn í Havn

Økið Miðhorn er millum Norðasta Horn og Millum Horna við Velbastaðvegin í Havn

Í gjár boðaði bústaðafelagið Mark frá, at tey fara at byggja 45 nýggjar leiguíbúðir við Oyggjarvegin í Havn. Í dag boðar Tórshavnar kommuna, at nú er klárt hjá ArtiCon at byggja 70 bústaðir við Miðhorn í Havn. Soleiðis verða 114 nýggir bústaðir í tveimum privatum verkætlanum.

 

Tórshavnar kommunar skrivar, at av stóra tørvinum á bústøðum bjóðaði Tórshavnar kommuna út stóra økið við Miðhorn – og í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Articon um bygging av 22 raðhúsum og 48 leiguíbúðum.

 

Økið Miðhorn liggur millum býlingin á Norðasta Horn við sethúsum, og býlingin Millum Horna við íbúðum og sethúsum. Útstykkingin á Miðhorni verður sostatt bindilið millum hesar báðar býlingarnar.

 

Talan verður um 22 raðhús og 48 leiguíbúðir. Farið verður í gongd við arbeiðið beinanvegin. Eftir ætlanini skulu raðhúsini standa innflytingarklár á vári 2023, og leiguíbúðirnar til jóla í 2023.

 

##med2##

 

##med3##

 

Økið Miðhorn er millum Norðasta Horn og Millum Horna við Velbastaðvegin í Havn

Her í Millum Horna verða bygdir 70 bústaðir

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jón Sigurðsson og Niclas Joensen, stjórar hjá ArtiCon