Céderic var bjargingarmaðurin

Hóast klaksvíkingar vóru undirmannaðir í ein tíma og endaðu við níggju monnum, so eydnaðist tað í síðstu løtu at skora sigursmálið við Margáir

Tað stóð leingi illa til – heilt illa – hjá KÍ við Margáir, har EB/Streymur miðskeiðis í seinna hálvleiki legði seg a odda 1-0. Málskjútti var sentrali miðvallarin Emil Weihe Joensen, sum við fínum skoti av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru sendi bóltin umvegis handaru stólparótina og í málið.

 

Men hóast øgiliga vánaligar fyritreytir, og hóast tað í løtum var trýst á klaksvíkingum, so eydnaðist tað KÍ at vinna øll stigini. KÍ vann 2-1, og í báðum førum var tað miðverjin Céderic Yambéré, sum var málskjútti. Hann varð keyptur til Klaksvíkar sum miðverji, og hann er miðverji, men nú hevur hann skorað fýra mál, og í dag var tað heilt avgerandi, at hann, tá ið tað stóð illa til, ofta var í brotsteiginum hjá heimaliðnum.

 

Sigursmálið varð skorað í 95. minutti. At KÍ hevur trý stig í viðførinum aftur til Klaksvíkar ber við sær, at frástøðan til tey bæði toppliðini framvegis er seks stig, og nú bíðar stórdystur næsta sunnudag ímóti HB í Gundadali.

 

Tá ið heimaliðið legði seg á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki, lá tað til, at EB/Streymur fór at vinna úrtøku og ivaleyst øll stigini. Tí tíggju minuttir undan steðginum varð KÍ undirmannað. Dómarin metti, at Ahmed Latif, sum frammanundan hevði sæð gult, royndi at filma seg til brotsspark. So var gula kortið aftur á lofti, og so var KÍ undirmannað.

 

Inntil tá hevði KÍ verið greitt omaná, Jóannes K. Danielsen hevði við langskoti sent bóltin í tvørtræið aftanfyri Jóannes Davidsen, sum var stinnur í heimamálinum, eitt nú tá ið Páll A. Klettskarð í tveimum førum var leysur.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru heimamenninir sera vónbrotnir, og tað var einki at undrast á. Tá ið EB/Streymur hevði lagt seg á odda, og klaksvíkingar vóru undirmannaðir og noyddust at spenna álopsbogan, vóru heimamenninir meiri enn einaferð í støðum, sum væl kundu borið økta leiðslu við sær, men tað eydnaðist ikki, og so endaði tað við, at teir stóðu við ongum, og KÍ eisini fór avstað við steypinum fyri at hava vunnið stevnudystin.

 

18 minuttir restaðu, tá ið Céderic Yambéré javnaði til 1-1. Tað var eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg, og eftir at Páll A. Klettskarð royndi at snitta bóltin ímóti málinum. Sigursmálið var eftir gott gjøgnumspæl í vinstru og innlegg frá innskifta Jákupi N. Vilhelmsen. Tá vóru minuttirnir farnir, sum dómarin legði aftrat, men hann legði ein minutt aftrat, og tá varð Jákup N. Vilhelmsen útvístur fyri ógvusliga takling.

 

 

 

EB/Streymur – KÍ 1-2 (0-0)

 

1-0: Emil Weihe Joensen 66.

 

1-1: ederic Yamberé 72.

 

1-2ederic Yamberé 95.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Jens Erik Bruhn, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Elias Isaksen – Emil Weihe Joensen, Robert Marcus, Niels Pauli Danielsen, Suni Herman Petersen – Boubacar Dabo, Filip Djordjevic,

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cederic Yamberé, Deni Pavlovic, Ahmed Latif – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Pætur J. Petersen