Chelsea skal hava nýggjan venjara

Premier League: Mauricio Pochettino er longu fortíð í Chelsea

Chelsea skal hava nýggjan venjara. Í gjár kunngjørdi felagið, at Mauricio Pochettino og Chelsea fara hvør sín veg. Tað ljóðar á enskum miðlum og viðmerkjarum, at talan er um ein avgerð, sum báðir partar eru samdir í.

 

Mauricio Pochettino hevur havt helst mest umfatandi uppgávuna í Premier League hetta kappingarárið. Felagið hevur keypt fyri tríggjar milliardir krónur, umframt at fleiri spælarar eru seldir. Tað hevur ávirkað spælið og úrslitini, men seianstu fimm dystirnar fann liðið stevið og vann.

 

Tí kemur venjaraskiftið eitt sindur óvæntað, men søgan sigur at Mauricio Pochettino var ikki sinnaður at halda fram undir somu umstøðunum, meðan felagið ikki hevur trupullleikar av at fyrrverandi Tottenham og PSG venjarin nú fer víðari í síni yrkisleið.

 

Miðlar sum Sky Sports skriva, at Roberto De Zerbi (Brighton) er favorittur at taka yvir, meðan onnur boð telja Enzo Maresca (Leicester), Thomas Frank (Brentford) og Ruben Amorim (Sporting).

 

Chelsea endaði á sætta plássi  í Premier League.

 

1Manchester City38287396:346291
2Arsenal38285591:296289
3Liverpool382410486:414582
4Aston Villa382081076:611568
5Tottenham382061274:611366
6Chelsea381891177:631463
7Newcastle381861485:622360
8Manchester Utd381861457:58-160
9West Ham3814101460:74-1452
10Crystal Palace3813101557:58-149
11Brighton3812121455:62-748
12Bournemouth381391654:67-1348
13Fulham381381755:61-647
14Wolves381371850:65-1546
15Everton381391640:51-1140
16Brentford381091956:65-939
17Nottingham F.38992049:67-1832
18Luton38682452:85-3326
19Burnley38592441:78-3724
20Sheffield Utd38372835:104-6916