Um tað eydnast at reka grindina inn á nýggju hvalvágna í Skálafirði, so verður tað fyrsta grindin, sum leggur beinini har – í øllum førum síðani vit fingu skipanina við góðkendum hvalvágum.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tá hann tosaði við grindamenninar fyri løtu síðani, vóru teir á veg um Eystnes við grindini, sum ætlanin er at reka inn á Skálafjørð.
Onkur springaradráp hava verið í Skálafirði og onkur einstakur hvalur eru dripin har, sigur Jacob Vestergaard, men hetta verður fyrsta grindin.
– Teir halda, at grindin er eini 50-60 hval, og rákið er til vildar at reka grindina inn á Skálafjørð, sigur Jacob Vestergaard við in.fo.