Eg fari ikki at tvinga tey longur upp

Henrik Old fer ikki at ganga ynskinum frá Tórshavnar Býráði, á møti

– Eg fari ikki at krevja, at linjuføringin í Sandoyartunlinum verður broytt.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Fyri nøkrum døgum síðani bóru vit tey tíðindi, at Tórshavnar býráð vil hava, at linjuføringin á Sandoyartunlinum verður broytt,

 

 

Les: Vilja broyta ætlanina um Sandoyartunnilin

 

 

Tað liggur í kortunum, at á Gomlurætt skal tunnilin koma upp heilt niðri á sjálvum havnarlagnum. Men Tórshavnar Býráð heldur, at tað fer at beina fyri øllum havnarlagnum og tí vilja tey hava tunnilismunnan longri upp, og samstundis er býráðið sinnað at yvirtaka Gomlurætt frá landinum.

 

Men Henrik Old ger greitt, at hetta er eitt ynski, hann ikki kann ganga á møti. Hann sigur tvørtur ímóti, at tað var hann sjálvur, sum tók stig til at fáa tunnilsmunnan fluttan heilt niður á Havnarlagið.

 

Tað gjørdi hann eftir ein fund við tunnilsfelagið og jarðfrøðiliga ráðgevarar, har tað varð víst á, at longur uppi, har ætlanin var at tunnilsmunnin skuldi vera, er ein lind av leiðuri, sum er ring at arbeiða í. Samstundis fer tunnilin at vera rættiliga nógv longri fyri at kunna halda krøvini til hall. Og tað merkir eisini, at tunnilin hevði verið tíggjutals milliónir dýrari at gera.

 

– Tí tók eg støðu til at flyta tunnilin heilt niður á Gomlurætt, sigur Henrik Old. Og tí fer hann heldur ikki at flyta hann upp aftur.

 

Hinvegin sær hann fyri sær, at ein tunnil verður gjørdur frá tunnilismunnanum á Gomlurætt heilt yvir í Havnardal, tí so so slepst undan at koyra um Velbastaðháls.

 

– Talan er um ein tunnil upp á ein kilometur, og eftir mínum tykki er tað skilabetri at brúka pengar upp á ein tunnil í Havnardal, heldur enn at brúka teir upp á at leingja Sandoyartunnilin, sigur Landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

 

Annars vísir hann á, at tað er Landið, sum eigur Gomlurætt, og sum hevur goldið hana. Og hann staðfestir samstundis, at av trygdarávum eigur landið at hava eina havn á vestursíðuni á Streymoynni, samstundis sum at siglingin út í Hest skal røkjast.

 

Skal Tórshavnar yvirtaka Gomlurætt, krevst tað í øllum førum politisk undirtøka fyri tí, og tað veit Henrik Old ikki um tað er. Men undir øllum umstøðum mugu treytir fylgja við, og ein treyt er, at Gamlarætt verður tøk sum neyðhavn á vestursíðuni á Streymoy, leggyr hann afturat.