Ein nýggjur venjari er settur

Venjarakabalin í Premier League er langt frá løgd enn, men West Ham hevur sett sín venjara

Mynd: (West Ham) Julen Lopetegui

Fleiri feløg skulu hava nýggjan venjara, tvey hava sett nýggjan venjara og nøkur feløg umhugsa at skifta venjara. Tað er støðan í Premier League í løtuni.

 

Eitt av teimum feløgunum, sum hevur sett nýggjan venjara er West Ham. London-felagið hevur sett fyrrverandi spanska landsliðvenjaran, Julen Lopetegui, sum høvðusvenjara – og ikki sum managara.

 

Tað er í hesum, at vit sambært miðlum sum Sky Sport og Dailymail skulu finna ósemjuna millum nú fyrrerandi venjaran, David Moyes, og leiðsluna í West Ham. Her verður sagt, at ítróttarstjórin, Tim Steidten, vildi hava valdið á keyp og sølu av spælarum, men tað vildi David Moyes ikki.

 

Í so máta vann ítóttarstjórin tann dystin og hevur sett Julen Lopetegui sum høvðusvenjara komandi tvey árini. Liverpool hevur gjørt sama nummar og sett Arne Slot sum nýggja høvðusvenjara, meðan ítróttarstjórin og leiðslan í felagnum í størri mun kemur at taka sær av keyp og sølu av spælarum.

 

Millum tey feløgini, ið skulu hava nýggjan venjara, eru Chelsea og Brighton, meðan gitingarnar í bretsku miðlunum eru, at Erik ten Haag hongur í klønum tráði í Manchester United, sum í morgin spælir FA Cup finaluna móti Manchester City.

 

Mynd: (West Ham) Julen Lopetegui