EM-lutakastið verður í morgin klokkan 15.30

EM-endaspælið í 2026 verður leikt í Danmark, Svøríki og Noregi

Óannsæð hvussu tað gongur hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti í teimum avgerandi HM-undankappingardystunum móti Norðurmakedonia 8. mai og 12. mai, so verður skjótt til næstu stóru uppgávuna hjá hondbóltsmonnununum. Nevnliga EM-undankappingin til EM-endaspælið í januar í 2026, ið verður leikt í okkara grannalondum, Danmark, Svøríki og Noregi.

 

Í morgin klokkan 15.30 verður EM-lutakastið á Hotel Clarion, ið liggur skamt frá flogvøllinum í Kastrup.

 

Føroyar eru í potti 2, ið er næstovasti styrkisbólkurin.

 

Styrkismetingin sær soleiðis út:

 

##med2##

 

EM-endaspælið, ið verður leikt dagarnar millum 15. januar og 1. februar í 2025 hevur fýra leikvøllir. Teir eru Telenor Arena í Oslo, Jyske Bank Boxen í Herning, Malmö Arena í Malmö og Kristianstad Arena í Kristianstad.