Enn ein roynd at drepa russiskan andstøðupolitikara

Ilja Ponomarjov sigur, at hann hevur yvirlivað fimm drápsroyndir

Ilja Ponomarjov verður handtikin av russiskari trygdarløgreglu í samband við stóru mótmælistiltøkini á Bolotnaja-torginum í Moskva í 2012

Síðani 2016 hevur Ilja Ponomarjov verið í útlegd í Ukraina. Hann var tingmaður í russiska tjóðartinginum – Ríkisdumuni – frá 2007 til 2016, tá hann flýddi úr landinum. Hann umboðaði sosialistiska flokkin Rættvíst Russland – fyri sannleika! (Spravedlivaja Rossija – Za pravdu) í Dumuni.

 

Ponomarjov var einasti tingmaðurin í Dumuni, sum ikki atkvøddi fyri lógini um sokallað ‘LGBT propaganda’, og hann atkvøddi eisini ímóti russisku anneksiónini av Krim í marts 2014. Í 2015 varð hann skuldsettur fyri fíggjarsvik; ákærur, sum hann sjálvur segði vóru politiskt grundaðar. Í 2016 varð hann ákærdur fyri embætisbrot, og flýddi úr Russlandi til Ukraina, har hann fekk ríkisborgararætt í 2019.

 

Ponomarjov skrivar á X, at hetta er fimmta morðroyndin, hann hevur yvirlivað. Eftir russisku innrásina í Ukraina í 2022, valdi Ponomarjov gerast partur av "Frælst Russland"-herdeildini, har russarar stríðast á ukrainsku síðuni.

 

Ponomarjov hevur síðani februar 2022 gjørt seg til talsmann fyri proukrainskar russarar, og sum frættist, vórðu hús hansara í Kyjiv álopin við eini dronu.

 

– Hendan fimmta morðroyndin var tann mest ótraditionella og tann mest væleydnaða, trupul at verja seg fyri. Men til helvitis við teimum, skrivar hann á X.

 

Hóast hann hevur fingið nakrar snuddir, so er Ponomarjov ikki í lívsvanda.

 

##med3##

 

##med2##

 

Ilja Ponomarjov verður handtikin av russiskari trygdarløgreglu í samband við stóru mótmælistiltøkini á Bolotnaja-torginum í Moskva í 2012

Ukrainska løgreglan legði hesa myndina út, sum summir miðlar vilja vera við, er ein mynd av húsunum hjá Ponomarjov í Ukraina.

Ponomarjov legði hesa myndina av sær sjálvum út á X, har blóð og snuddir síggjast týðiliga