ES-úrskurður: Apple skal gjalda 97 milliardir aftur til Írland

Írland hevur ólógliga veitt ríkisstuðul til Apple og skal rinda aftur næstan 97 milliardir danskar krónur til Írland.

Varaforsetin í ES-nevndini, Margrethe Vestager, hevur havt ein týðandi leiklut í rættarstríðunum við tær stóru amerikansku tøknifyritøkurnar. Týsdagin vunnu hon og ES-nevndin hvør sína bót og skattaendurgjald frá Google og Apple (savnsmynd). - Mynd: Kenzo Tribouillard/Ritzau Scanpix

Apple hevur goldið alt ov lítlan skatt til Írland. Tí noyðist amerikanska tøknifyritøkan nú at fara í lummarnar og rinda næstan 97 milliardir danskar krónur aftur til landið.

Tað avgjørdi ES-dómstólurin týsdagin. Rætturin stuðlaði sostatt fyrru avgerðini hjá ES-nevndini.

ES-nevndin gjørdi í 2016 av, at Apple hevði goldið ov lítlan skatt í ES, tí felagið hevði eina góða avtalu við ES-landið Írland.

ES-dómstólurin avgjørdi týsdagin, at kommissiónin hevur rætt. Tí skal Apple rinda pengarnar aftur til Írland.

Dómurin stuðlar Margrethe Vestager, ið sum næstforkvinna í ES-nevndini við ábyrgd av kappingini hevur verið í fremstu røð at fáa peningin aftur frá Apple, sum er ein av heimsins størstu fyritøkum.

Við dóminum týsdagin avvísir ES-dómstólurin ein fyrri dóm frá einum lægri rætti. Her eydnaðist tað ikki Margrethe Vestager og ES-nevndini at finna útav, at skattaavtalurnar hjá Apple við Írland vóru ólógligar.

Tað eydnaðist tó í dag í Evropeiska Dómstólinum, sum er hægsti rættur í ES.

- Írland hevur veitt Apple ólógligan stuðul, sum Írland skal krevja afturgoldnan, sigur ES-dómstólurin.

Dómurin týsdagin er endaliga avgerðin í málinum og kann ikki kærast.

Væntandi fer Margrethe Vestager at gera viðmerkingar til dómin á tíðindafundi nú klokkan 10.15.

Málini kunnu gerast nakrar av seinastu stóru avgerðunum í hennara tíð sum ES-kommissarur. Í hennara stað verður Dan Jørgensen nýtt umboð fyri Danmark, tá nýggja ES-nevndin tekur við, helst í november ella desember.

 

/Ritzau/

 

Varaforsetin í ES-nevndini, Margrethe Vestager, hevur havt ein týðandi leiklut í rættarstríðunum við tær stóru amerikansku tøknifyritøkurnar. Týsdagin vunnu hon og ES-nevndin hvør sína bót og skattaendurgjald frá Google og Apple (savnsmynd). - Mynd: Kenzo Tribouillard/Ritzau Scanpix