Fara at kanna hví foreldur ikki lata børnini koppseta

Talið á pinkubørnum, sum vera koppsett eftir barnakoppsetingarætlanini, er lækkandi

Frágreiðing hjá Landslæknanum um barnakoppsetingar vísir, at alsamt færri børn fáa barnakoppsetingarnar. Henda gongdin byrjaði undir koronutíðini.

 

Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, heldur tað vera nærliggjandi at hugsa, at hetta er ein avleiðing av koronutíðini og nógva kjakinum, sum stóðst av koronuvaksinunum.

 

Men neyðugt er at kanna júst, hvør orsøkin er.

 

- Vit mugu kanna, hvønn hugburð fólk hava til koppsetingar, og hetta má gerast skjótast gjørligt. Eru foreldur ímóti koppseting, mugu vit vita, hví so er. Foreldur skulu eisini fáa kunning um týdningin av koppsetingum, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum.  

 

Ein orsøk kann vera, at foreldur ikki vilja koppseta børnini, men tað kann eisini vera, at tey gloyma tað. Tí arbeiðir Heilsustýrið við einari skipan, sum minnir foreldur á, tá tíð er at koppseta børnini.                                                         

 

Um talið á koppsettum børnum heldur fram at lækka, er vandi fyri, at vandamiklar umfarsjúkur, sum koppsetingar hava beint burtur, fara at ganga aftur. Tá talið av koppsettum var hægst, var eitt nú eingin kikhosti, men í fjør vóru fleiri tilburðir av sjúkuni. Millum tey, sum ikki tola kikhosta, eru børn, sum eru fødd ov tíðla. Andaleiðirnar í teimum eru ov smalar og tippast av sjúkuni.