Favorittarnir vunnu í Leirvík

1. DEILD: Tapið á útivølli ímóti Víkingi ber við sær at FC Hoyvík framvegis er niðast á støðutalvuni

Annað umfarið á rað var Martin Klein Joensen í kvøld málskjútti í 1. deild

Í kvøld var ein dystur í næstbestu fótbóltsdeildini. Hann var uppi á Brekku í Leirvík, har FC Hoyvík var gestur hjá teimum næstbestu í Víkingi.

 

Heimaliðið vann 3-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Martin Klein Joensen í 18. minutti. Martin Klein Joensen kom ikki á vøllin eftir steðgin. Tað ber boð um, at hann er ætlaður onkran leiklut, tá ið besta liðið hjá Víkingi seint seinnapartin í morgin fer út á Skála at spæla.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin økti Sigmund Hansen á Líðarenda um munin til 2-0. Hetta var fyrsta málið hjá 18 ára Sigmundi í næstbestu deildini í ár.

 

Spenningur kom í aftur, tá ið Heðin Olsen 20 minuttir undan leikloki minkaði um munin til 2-1. Hetta var aðru ferð í ár, at 17 ára gamli Heðin Olsen var málskjútti í næstbestu deildini í ár. Hann skoraði eisini í 6. umfari, tá ið FC Hoyvík hevði vitjan av HB, og úrslitið var 1-1.

 

 Veteranurin Óla Kristian Skála Jacobsen varð skiftur inn á liðið hjá Víkingi, tá ið tað restaðu 13 minuttir, og fimm minuttir seinni umsetti hann brotsspark til 3-1.

 

Víkingur hevur 20 stig og er í kvøld á fjórða plássi. FC Hoyvík hevur fýra stig og er aftast.

 

Leygardagin um eina viku fer Víkingur til Klaksvíkar, og tá fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti B71.

 

Annað umfarið á rað var Martin Klein Joensen í kvøld málskjútti í 1. deild