Myndir: Álvur Haraldsen

Ferðafólkini sluppu í bussarnar

– Vit hava fingið at vita frá løgregluni, at vit ikki hava loyvi at forða fólkunum at sleppa í bussarnar og at forða bussunum at koyra

Myndir: Álvur Haraldsen

Tað sigur Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag, sum var ein av blokadufólkunum frá arbeiðarafeløgnum í Rúnavík fyri løtu síðani, tá franska ferðamannaskipið, Le Boreal, legði at bryggju í Runavík.

 

Skipið legði at stutt fyri klokkan 12, og um 13 tíðina sluppu ferðafólkini í bussarnar.

 

– Vit høvdu avgjørt frammanundan, at hetta skuldi vera eitt friðarligt mótmæli, at vit ikki fóru inn um girðingarnar, og at vit skuldu gera eftir boðum frá løgregluni, sigur Harry Benjaminsen.

 

– Men vit hava so gjørt vart við okkum, og boðskapurin er komin væl út í miðlarnar, sigur Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag.

 

Eini 80 fólk úr arbeiðarafeløgunum í økinum vóru við í tiltakinum, sigur Harry Benjaminsen.

 

Eitt, sum eygleiddi gongdina í Runavík í dag, var Hanus Mikkelsen, havarfúti í Havn. Eitt ferðamannaskip kemur á Havnina, og tí var hann og forvitnaðist, hvussu tiltakið hjá verkfalsfólkunum spældi av í Runavík.

 

– Vit hava øll loyvi at taka ímóti ferðamannaskipum og at binda tey, og tey hava rætt at sleppa í land og í bussarnar. Vit fáa so ikki gjørt annað, segði hann.

 

Niðurstøðan út frá hesum tiltakinum er helst tann, at ferðfólkini, sum koma á Havnina í morgin eisini sleppa sínar bussatúrar – hóast tey kanska verða nakað seinkað í land.

 

##med2##

##med3##

Magni Mouritsen frá MB Tours sigur, at tey gera bara sítt lógliga arbeiði. Hann skilir ikki, hví arbeiðarafeløgini leggja eftir teimum, sum ikki eru fevndir av verkfallinum.

 

– Hví loyva tey ferðafólkum á flogvøllinum at sleppa útferðir við bussum, og hví sleppa útlendskir bussar í land av Norrønu at koyra útferðir? Tað skilji eg ikki, sigur Magni Mouritsen.

 

Hann sigur tó, at nú diesel er farið at ganga undan, so enda hesar bussferðir við útlendskum ferðafólkum av sær sjálvum um nakrar dagar.

 

Nú er aftur friðarligt á bryggjuni í Runavík.

 

##med4##

##med5##

Sambært løgregluni á staðnum hevur tiltakið verið stak friðarligt.

 

– Tit hava verið fyrimyndarlig, takk fyri tað, segði løgreglumaðurin við Harry Benjaminsen.

 

##med6##

##med7##

 

Myndir: Álvur Haraldsen