Ferðamannaskip vitjar í Havn í dag

Silveer Endeavor á kemur á Havnina klokkan 15.

Ferðamannaskipið Silveer Endeavor er í løtuni á veg í Skopunarfjørð

Seinnapartin klokkan 15 kemur ferðamannaskipið Silveer Endeavor á Havnina. Skipið, sum er skrásett á Bahamas, er bygt í 2021, og hevur við sær 220 ferðafólk.

Stjórin í Tórshavnar Havn segði við in.fo í gjár, at starvsfólkini hjá Tórshavnar Havn, sum eru til arbeiðis, kunnu avgreiða skipið, sum tí ikki eigur at verða rakt av verkfalli.

Í gjár skipaðu arbeiðarafeløgini á Toftum og Runavík fyri blokadu, tá eitt ferðamannaskipið Le Boreal vitjaði har. Tey forðaðu ferðafólkunum at sleppa í bussarnar. 

Men tá løgreglan gav teimum boð um at flyta seg, so fluttu tey seg, og ferðafólkini sluppu í bussarnar.

 

##med2##

 

Skipið er í løtuni í Skopunarfirði.

 

 

Ferðamannaskipið Silveer Endeavor er í løtuni á veg í Skopunarfjørð