Fiskiskapurin er í lagið meðan fiskaprísirnir eru í ólagið

-Fiskiskapurin hevur verið væl betri í ár enn í fjør. Harafturat haldi eg, at fiskurin hevur verið størri í ár, sigur Bárður

 

Í dag landaðu samtrolararnir Polarhav og Stjørnan 240 tons av gulllaksi á Kósini í Klaksvík. Gulllaksurin verður koyrdur til Tavuna í Leirvík har hann verður arbeiddur.

 

Hetta skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.

 

-Fiskiskapurin hevur verið góður í ár, og tað bæði eftir upsa og gulllaksi. Fyrstu mánaðirnar fiskaðu vit upsa og síðani hava vit fiskað gulllaks. Tað sigur maskinmaðurin á Stjørnuni, Bárður Poulsen.

 

-Fiskiskapurin hevur verið væl betri í ár enn í fjør. Harafturat haldi eg, at fiskurin hevur verið størri í ár. Eisini hevur verið væl minni av svartkjafti sum hjáveiða, enn í fjør, og tað er deiligt, tí tað er eitt stríð at skilja hann frá gulllaksinum, sigur hann.

 

-Vit hava roynt mest suður móti bretska merkinum. So hava vit eisini roynt á Føroya banka og vestanfyri, og har hevur eisini verið brúkiligur fiskiskapur, sigur Bárður.

 

-Eg havi frítúr nú. Yvirmenninir sigla tveir túrar og hava so frí í tveir túrar. Dekkararnir sigla tveir túrar og hava so frí í ein túr, sigur Bárður Jacobsen. Hin meistarin er Kristian Dalsenni.

 

Báðir siga, at fiskiskapurin er í lagið, meðan fiskaprísirnir ikki eru í lagið. Við tí meina teir, at meðan nærum øll onnur vørða er dýrkað nógv síðstu tíðina, so standa fiskaprísirnir í stað, ella falla. Tað undrar teir.

 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við teir.

 

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.

 

Mynd: Kristian Dalsenni og Bárður Poulsen.

 

##med2##