Fleiri deyð í bussvanlukku í Týsklandi

- Vanlukkan hendi fyrrpartin, men greitt er ikki, hví hon hendi, sigur týska løgreglan.

Sambært týsku løgregluni eru fleiri deyð í einari bussvanlukku í Týsklandi í dag.

 

Vanlukkan hendi nærindis býnum, Leipzig. Í minsta lagi fimm fólk eru deyð, og fleiri eru løstað.

 

Tað veit tíðindastovan AFP at siga, og hon endurgevur týskar miðlar.

 

Fleiri bjargingartyrlur og sjúkrabilar eru á staðnum og vegurin, har vanlukkan hendi, hevur verið stongdur í báðum endum.

 

Á X, fyrrverandi Twitter, sigur týska løgreglan, at vanlukkan hendi fyrrpartin, men greitt er ikki, hví hon hendi. 

 

Lagt verður aftrat, at bussurin var á veg úr Berlin til Zürich við og 53 ferðandi og tveimum førarum.