Fleiri spælarar hjá 07 Vestur fara til hús

Í dag fara tveir og kanska tríggir útlendskir spælarar fyri síðstu ferð at spæla á Dungasandi

Seinnapartin verður punktum sett fyri 15. umfari í landskappingini, tá ið 07 Vestur fær vitjan av ÍF.

 

Tað er greitt, at í hvussu so er tveir og kanska tríggir av útlendsku spælarunum hjá 07 Vestur í dag fara at spæla fyri síðstu ferð – í hvussu so er í hesum umfari – á Dungasandi.

 

Jens Kristian Haraldsen er formaður í 07 Vestur, og hann sigur soleiðis:

 

-Tað er greitt, at teir báðir, sum vit hava leigað úr Vendsyssel, fara til hús aftur. Teir eru Benni Smales-Braithwaite og Mads Christiansen. Tað er óvist, hvussu tað verður við Frederik Holst. Tað hevur verið alment frammi, at hann fer aftur til Danmarkar. Hann spælir við okkum fram til summarsteðgin, og so verður avgerð tikin um, hvussu tað so verður við samstarvinum, sigurJens Kristian Haraldsen, sum í løtuni ikki dugir at siga, um talan verður um tilgongd.

 

Dan Brimsvík verður í dag fyri fyrstu ferð á 07 Vestur beinkinum. Tað var týsmorgunin, at felagið boðaði frá, at fyrrverandi B36 venjarin nú er venjari í Vágum.

 

-Eg dugi ikki enn at siga, um talan verður um nýggjar spælarar. Tað er upp til venjaran at avgera, men vit hava sum mál, at tað skulu vera fleiri lokalir spælarar á liðnum, og tað eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar her vesturi, sigur 07 Vestur formaðurin.

 

ÍF hevur trý stig fyri tríggjar javnleikir. Tað hevur ljóðað, men tíðindini eru ikki váttað um, at ÍF fer at missa tveir lyklaspælarar. Tað sigst, at vongverjin Elvio Gelmini og álopsspælarin Jhon Mena fara av landinum.

 

Hjá 07 Vestur er Kevin Egell-Johnsen framvegis skaddur, og tað er ivasamt, hvønn leiklut Eiler Fróðason og Magnus Isager eru førir fyri at spæla í dag.

 

Hjá ÍF eru Tóri Nolsøe Olsen og Markus á Lakjuni skaddir, og tað er ivasamt, hvussu tað í dag verður við Ruben Møller-Nielsen, Elias J. Lervig og Hans Jákup J. Lervig.

 

07 Vestur – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00.