Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum frá 26. februar 2024

Kappingarráðið tók á fundi tann 26. februar 2024 avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag (FHMF), P/f Articon, P/f Búsetur og P/f MT Højgaard høvdu framt brot á §6, stk. 1 í kappingarlógini.

 

FHMF og fyritøkurnar samskipaðu eitt kollektivt boykotti av útboðnum hjá Runavíkar kommunu av nýggjari svimjihøll í Runavík. Avleiðingin av boykottinum varð, at eingi boð vóru latin inn.


Í samband við avgerðina gav Kappingarráðið boð um, at §8 í viðtøkunum hjá FHMF skuldi strikast ella umorðast. Ásetingin sigur, at limir skulu ikki mótarbeiða felagnum, og í heilt grovum føri kann limur verða koyrdur úr felagnum.


Føroya Kærustovnur hevur tann 1. mai staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum um, at brot er framtá §6, men metti tó, at tað er ikki proportionalt ella neyðugt at strika ella umorða §8 í lóg fyri FHMF.


Terje Sigurðsson, deildarstjórin á Kappingareftirlitinum, sigur um avgerðina:

 

"Kollektivt boykott er víðgongd kappingaravmarking, og talan er um eina framferð, sum er greitt brot á §6, stk. 1 í kappingarlógini.


FHMF og fyritøkurnar hava víst á, at útbjóðingartilfarið var ikki nøktandi. Men kappingarmyndugleikin varar ikki av útbjóðingarlógini, og tekur ikki støðu til, hvørt útbjóðingartilfarið lýkur ella brýtur útbjóðingarlógina.

Er ivamál um útbjóðingarlóg ella ABF06 eru hildin eiga partar at nýta ásetingarnar í hesum reglum heldur enn at fremja kollektivt boykott.

Kappingarmyndugleikin umsitur kappingarlógina, og sambært kappingarlógini skulu fyritøkur virka óheftar av hvørjari aðrari og skulu ikki samskipa sína framferð sínamillum.”

 

FHMF og fyritøkurnar hava møguleika at leggja úrskurðin hjá Føroya Kærustovni fyri Føroya rætt. Hetta skal gerast í seinasta lagi 8 vikur eftir, at tær hava fingið úrskurðin.


Avgerðin hjá Føroya Kærustovni frá 1. mai 2024 kann lesast her.

Avgerðin hjá Kappingarráðnum frá 26. februar 2024 kann lesast her.