Føroya Møblasøla keypt Miðlahúsið í Vágsbotni

– Vit halda, at húsini eru spennandi og áhugaverd. Vit hava leingi havt hug á teimum, og tá tey nú vóru til sølu, so valdu vit at keypa

– Vit halda, at húsini eru spennandi og áhugaverd. Vit hava leingi havt hug á teimum, og tá tey nú vóru til sølu, so valdu vit at keypa.

 

Tað siga Birgir Andreasen, sum er nevndarformaður, og Elsebeth Andreasen, sum er stjóri í Føroy Møblasølu, ið mikudagin keypti Miðlahúsið í Vágsbotni frá P/F Valdemar Lützen.

 

Síðani 2004 hevur Sosialurin leigað húsini frá P/F Valdemar Lützen, og nýggju eigararnir yvirtaka langtíðarleigusáttmálan við Sosialin, sum heldur fram.

 

– Tað merkir, at virksemið í Miðlahúsinum verður óbroytt í hvussu so er næstu sjey árini, og um partarnir vilja tað, eisini eftir ta tíð, sigur Birgir Andreasen.

 

Føroya Møblasøla, sum vit kanska betur kenna sum »Idé Møblar«, er ein familjufyritøka. Umframt hjúnini Birgir og Elsebeth Andreasen, so eru eisini døtur teirra við í fyritøkuni. Báðar starvast í handlinum, eru nevndarlimir og partaeigarar í felagnum P/F Føroya Møblasølu.

 

Tað var í 2004, at Sosialurin og P/F Valdemar Lützen gjørdu leiguavtalu um húsini, sum síðani 1953 høvdu hýst handilinum hjá P/F Valdmar Lützen, sum tá var givin at handla Í Vágsbotni og miðsavnaði sítt virksemi á Skálatrøð.

 

Sosialurin umbygdi húsini til endamálið, og fríggjadagin 8. apríl 2005, tá blaðið varð fingið frá hondini í blaðhúsinum á Argjum, tóku fólk sína teldu og tað, tey skuldu hava við sær heim í Vágsbotn – og mánadagin 11. apríl 2005 varð fyrsta blaðið framleitt í Miðlahúsinum.

 

Húsini, sum hýsa Miðlahúsinum, og økið í Vágsbotni hava eina áhugaverda søgu. Her hevur handilsvirksemi verið síðani áðrenn fronsku kollveltingina í 1789 og áðrenn Amerika fekk grundlóg sína og varð til sum land.

 

Tað var danski stórkeypmaðurin Niels Bertelsen Ryberg (1725-1804), sum hevði sítt handilsvirki her. Hann fekk í 1766 loyvi at hava umskipingargoymslu og loyvi at reka handil og annað virksemi í Havn.

 

Í hesum sambandi hevði Ryberg virksemi í Føroyum tíðarskeiðið 1766 - 1788. Tað er alment kent, at hann úr Føroyum smuglaði asiatiskar vørur til Bretlands.

 

Hóast tíðarskeiðið við Rybergs Handli ikki var drúgt, so var virksemi kortini umfatandi. Handilshús vóðru bygd í Vágsbotni, har sum Miðlahúsið stendur í dag. Hesi húsini vóru so stór, at tey rukku heilt niðan ímóti Meiarínum.

 

Tað var júst frælsisbardagin í Amerika, sum fekk beinleiðis ávirkan áhandilsvirksemið hjá Ryberg í Vágsbotni. Tann bardagin endaði í 1783, og tá Bretland lækkaði innflutningstollin, hvarv grundarlagið undan smuglaravirkseminum hjá Rybergs handli í Føroyum, og hann gavst í 1788.

 

Stóru handilshúsini hjá Ryberg fóru í luftina í einum ódnarveðri 15. desember í 1815. Seinni bygdi Kongilig Einahandilin Miðlahúsið og Reinsaríið. Eftir at Kongilig Einahandilin varð avtikin í 1856 keypti Restorffshandil húsini og hevði sítt virksemi har. Í 1927 keypti Zacharias Heinesen húsini, og flutt sítt virksemi úr Bringnsargøtu oman í Vágsbotn.

 

Tá handilin hjá Heinesen fór av knóranum í 1953 keypti Mogens Lützen (P/F Valdemar Lützen) bygningarnar í Vágsboti. Hann seldi annan bygningin til Andreas í Vágsbotni, og mikudagin seldi P/F Valdemar Lützen so Miðlahúsið til Føroya Møblasølu.

 

Sum sagt heldur virksemið í Miðlahúsinum í Vágsbotni fram eins og áður.