Føroysku U17 kvinnurnar vunnu á Rumenia á Tórsvølli

Føroysku U17-kvinnurnar eru best í innanhýsis roknskapinum millum Føroyar, Rumenia og Lettland

Savnsmynd frá undanfarna dystinum: FSF

Føroyska U17-landsliðið hjá gentum hevur framt eitt bragd av dimensjónum við einum flottum 3-1 sigri á Rumenia á Tórsvølli.

 

Brá Zachariasardóttir legði Føroyar á odda 1-0 tá 16 minuttir vóru leiktir av dystinum. Eydna Dalheim átti uppleggið.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Leona Djurhuus til 2-0. Uppleggið átti dagsins leikari, Silja Trier.

 

Silja Trier økti til 3-0 tá 58 minuttir vóru leiktir. Aftur átti Eydna Dalheim uppleggið.

 

Tá 91 minuttir vóru leiktir minkaði Giulia Sipos um munin aftaná hornaspark.

 

Lettland vann 5-0 (3-0) á Georgia á ovara vølli.

 

Uttan innanhýsis roknskapin millum trý tey fremstu liðini er støðan hendan í bólki 3:

 

1. Lettland 3 dystir 6 stig - málúrtøka 7-3

 

2. FØROYAR 3 dystir 6 stig - málúrtøka 6-3

 

3. Rumenia 3 dystir 6 stig - málúrtøka 5-4

 

4. Georgia 3 dysti 0 stig - málúrtøka 1-9

 

Í roknskapinum millum trý tey fremstu liðini vann Lettland 2-1 á Føroyum. Rumenia vann 2-0 á Lettlandi, og Føroyar vunnu 3-1 á Rumenia.

 

Støðan millum trý tey fremstu liðini innanhýsis er hendan:

 

1. FØROYAR 2 dystir 3 stig - málúrtøka 4-3

 

2. Rumenia 2 dystir 3 stig - málúrtøka 3-3

 

3. Lettland 2 dystir 3 stig - málúrtøka 2-3

 

INNANHÝSIS roknskapurin millum trý tey fremstu liðini ger, at Føroyar vinna bólk 3 og vinna seg víðari í kappingini.

 

Hjartaliga tillukku við bragdinum og megnar avrikinum.

 

##med2##

 

Savnsmynd frá undanfarna dystinum: FSF

Skíggjamynd: Televarpið