Fólk her á landi duga at hugna sær

- Ólavsøkan er góð, sum hon er, og ólavsøkurnar upplivast eisini ymiskt á hvørjum ári. Kommunan ger sítt besta fyri at fáa góðar karmar rundan um tjóðarhátíðina, sigur Jóan Pauli Joensen 

 

- Tað eru nógvar góðar ólavsøkur. Skuldi tað verið ein, eg minnist serliga væl, er tað ólavsøkan í 1972.

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Eftirsum eg búgvi í Havn, so eri eg á ólavsøku, tá eg eri heima, og tað eri eg sum oftast hesa tíðina á árinum. Eg fari á ólavsøku, men lati eisini ólavsøkuna koma til mín. 

Tað sigur Jóan Pauli Joensen.

Hvussu heldur tú ólavsøku?  

- Ólavsøkuhaldið hjá mær er sum alt annað broytt við aldrinum og lívsumstøðunum. Eg fari altíð ein túr í býin og royni at fáa sum frægast burtur úr tí, sum er á skránni um ólavsøkuna.

Jóan Pauli heldur, at tað, at tað nú ber til at seta seg niður so manga staðni í býnum, eisini er við til at skapa ein serligan hugna. 

- Tú kanst seta teg niður og fáa tær eina kalda øl, og eina slíka løtu hittir tú ofta áhugaverd fólk at práta við, og tað dámar mær væl. 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni? 

- Tað besta við eini ólavsøku er sjálvandi, at veðrið er gott. Er veðrið gott, er restin eisini gott, tí fólk her á landi duga at hugna sær. Annars er tað besta við ólavsøkuni at hitta fólk, støkka inn á gólvið hjá onkrum óvæntað og annars at enda báðar dagarnar saman við vinum og kenningum í góðum veitslulag. 

- Tað ræður eisini um at loyva ólavsøkuni at koma til tín, sum hann tekur til. 

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist? 

- Tað eru nógvar góðar ólavsøkur, sum eg minnist. Skuldi tað verið ein, sum eg minnist serliga væl, so skuldi tað verið ólavsøkan í 1972, tá vit høvdu eina framsýning á Bursatanga um slupptíðina.

Hann sigur, at her høvdu teir bygt ein framsýningarskúr. 

- Sluppin Westward Ho lá tá eisini við Bursatanga, men tá var eg eisini ungur, og tað ger ein stóran mun.  

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Ólavsøkan er góð, sum hon er, og ólavsøkurnar upplivast eisini ymiskt á hvørjum ári. 

Hann heldur, at Tórshavnar kommuna ger sítt besta fyri at fáa góðar karmar rundan um ólavsøkuna. 

- Eg haldi, at tað er veldugt, at ein heil tjóð kann savnast á midnátt  ólavsøkudag og syngja saman og dansa og kvøða við, sigur Jóan Pauli Joensen.

 

- Tað eru nógvar góðar ólavsøkur. Skuldi tað verið ein, eg minnist serliga væl, er tað ólavsøkan í 1972.