Fólkatalið vaks við 255 fólkum

Gott 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. august — vøksturin er 0,5%

 

Fólkatalið vaks við 296 persónum seinasta árið, og 1. august búðu 54.908 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,5%, sum er minsti árligi vøkstur síðan fólkavøksturin byrjaði fyri á leið tíggju árum síðani.

 

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðir, sum ganga. Frá 1. august í fjør til 1. august í ár vaks fólkatalið við 296 fólkum ella 0,5 prosentum. Tað eru bara helvtin av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði, tá 571 løgdust afturat. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði meir enn helvtina. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

 

##med2##

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 129 og eini nettoflyting á 167 fólk.  

 

Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. august 2022 til 1. august 2023 minkaði nettoflytingin serliga, tí færri fluttu til Føroya. Burðaravlopið minkaði eisini. Orsøkin var, at færri børn vórðu fødd. 

 

##med3##

 

Nettoflytingin minkaði millum uttanríkisborgarar

 

Tað var serliga millum uttanríkisborgarar, at nettoflytingin minkaði seinastu 12 mánaðirnar. Orsøkin var fyrst og fremst, at tilflytingin millum uttanríkisborgarar minkaði. Hetta sæst, tá flytingarnar verða skiftar á ríkisborgaraskap. 

 

Millum danskar ríkisborgarar minkaði tilflytingin á leið tað sama sum fráflytingin minkaði. Nettoflytingin broyttist tí ikki stórvegis millum danskar ríkisborgarar seinasta 12-mánaðaskeið samanborið við undanfarna tíðarskeið. Nettoflytingin millum danskar ríkisborgarar hevur verið negativ seinastu trý 12-mánaðaskeiðini. Tað eru sostatt bara uttanríkisborgarar, sum hesi trý tíðarskeiðini hava staðið fyri ískoytinum frá nettoflytingini til fólkavøksturin. 

 

Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í fimm teimum seinastu 12-mánaðaskeiðunum. 

 

##med4##

 

Færri flytingar

 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi. Tilflytingin minkar tó væl meiri enn fráflytingin minkar, og tað minkar munandi um nettoflytingina.

 

##med5##

 

Færri verða fødd 

 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa mánaðarligu gongdina í føði- og deyðatalinum. Meðan gongdin í deyðatalinum hevur funnið eina fasta legu vísa trendarnir, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram.

 

##med6##

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Nes og Vága kommunum. Í býunum og bygdunum løgdust flest fólk afturat í Tórshavn, Klaksvík, Hoyvík og á Strondum. Fólkatalið minkaði mest í Sunda, Eiðis og Vágs kommunum. 

 

Á Sandoynni vaks fólkatalið í øllum kommunum uttan Sands kommunu. Fólkatalið í Húsavíkar kommunu vaks við tíggju fólkum, og tað hevur síðan 1. august í fjør gjørt Húsavíkar kommunu fólkaríkari enn Hovs kommunu. 

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. august 2023 og 2024.  Gongdin í fólkatalinum í einstøku bygdunum sæst her.

 

##med7##

 

##med8##

##med9##

##med10##