Fólkatingið loyvir løgregluni at nýta andlitskenning

Stjórnin og flokkar á Fólkatingi eru samd um, at løgreglan skal nýta andlitskennara í kanningum

##med2##

 

Løgreglan sleppur nú at nýta andlitskennara í kanning av málum.

Hetta ger, at løgreglan skjótari kann leita eftir andlitum og lutum í video- og myndatilfari, tá eitt ávíst mál verður kannað.

Tað boðar Løgmálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Avtalan varð gjørd í dag millum stjórnina, SF, Dansk Demokrat og Konservativa Fólkaflokkin, men avgerðin varð ikki kunngjørd fyrr enn seinnapartin í dag. Radikalu upplýsa, at tey eisini eru partur av avtaluni.

Partarnir handan nýggjasta bandapakkan hava sostatt givið sína játtan til, at stjórnin gevur løgregluni hetta loyvi.

Loyvið er ikki galdandi fyri andlitskenning beinleiðis.

– Nú fær løgreglan í fyrstu atløgu møguleika at nýta millum annað andlitskenning í málum um álvarslig brotsverk, sum eru hættislig fyri persónar og í málum, sum hava týdning fyri trygdina hjá landinum, sigur løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, í tíðindaskrivinum.

Áhaldandi kjak hevur verið um, hvørt løgreglan skal sleppa at nýta tólið.

Orðaskiftið hevur serliga blást upp eftir bylgjuna av svenskum gerningsmonnum handan skottilburðir í Keypmannahavn.

Bæði løgreglan og løgmálaráðharrin hava talað fyri tiltakinum.

- Tøknin hækkar ikki bara dygdina á kanningini. Tað sparir eisini tíð, sum er ein alneyðugur faktorur í kanningini, sigur Peter Hummelgaard víðari.

Nýggja tólið kann eisini gerast aktuelt í størri leitingum - teimum sokallaðu manhunt støðunum, har løgreglan leitar eftir einum serliga hættisligum gerningsmanni.

Peter Hummelgaard útgreinar í samrøðu við Ritzau, at hann hevur "trupulleikar" við at síggja neiligar avleiðingar av tiltakinum.

- Umframt at tað í prinsippinum kundi ørkymlað onkran. Fólk sleppa at hava allar sínar meginreglur. Eg haldi, at tað er týdningarmiklari at útbúgva løgregluna við teimum amboðum, sum teimum tørvar fyri at loysa sera álvarsom brotsverk, sum seta fólk í vanda, sigur hann.

Løgmálaráðharrin vísir á, at við tiltakinum fær løgreglan ikki atgongd til meira video- ella myndatilfar enn hon hevur í dag.

Og hann vissar um, at "tað er einki at stúra fyri" sum borgari.

- Tað hevur einki við hvørki Kina, Bretland ella eftirlit í sanntíð at gera.

- Tað snýr seg um, at løgreglan nú hevur møguleika at koda inn í eina maskinu, um tú til dømis hevur eina mynd av einum manni - lat okkum siga ein ungan, svenskan tannáring, sum hevur ferðast til Danmarkar fyri at royna at skjóta onkran . So í staðin fyri at seta 30 ella 40 løgreglufólk at hyggja ígjøgnum 10.000 tímar av videotilfari, kanst tú í staðin lata eina teldu gera tað, greiðir Hummelgaard frá.

SF hevur - hóast mótstøðu frammanundan - givið sín stuðul til loyvið.

Men flokkurin er er á varðhaldi, um tað nú verður brúkt rætt.

- Hetta er ein potent tøkni, og tí fara vit í SF at halda neyvt eyga við, hvussu myndugleikarnir brúka tøknina. Og vit hava fingið lovað eina eftirmeting av rættarmálinum, sigur Karina Lorentzen, rættarfrágreiðari hjá SF, í tíðindaskrivinum.

/ritzau/