Follo vann týdningarmiklan sigur í niðurflytingarstríðnum

Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen hevur framvegis tvey stig niður til aftasta liðið í bestu norsku hondbóltsdeildini

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo tóku í kvøld móti Fana í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Follo at vinna ein tepran 32-31 sigur. Í steðginum stóð einki til hjá Follo, tí tá var Fana á odda 21-15. Tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum var Fana á odda 29-26, men tá eydnaðist Follo at venda 26-29 til eina 31-29 leiðslu, og tær komu framum aftur 32-30 áðrenn Fana skoraði seinasta málið í dystinum.

 

Sigurin kom eyka væl við, tí Aker á aftasta plássinum í deildini vann heldur óvæntað 29-26 (13-13) á Romerike Ravens.

 

Follo er næstaftast í deildini við 10 stigum, meðan Aker er aftast við átta stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 verður ein lagnudystur í niðurflytingarstríðnum. Tá tekur Aker móti Follo á heimavølli. Tað snýr seg um hjá Follo at sleppa undan aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. 

 

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum var dysturin í kvøld ikki tann besti. Kappingarneytin hjá Anniku, June Cecilie Krogh vardi málið hjá Follo tað mesta av dystinum, og hon bjargaði 12 av 37 málroyndum. Av seks møguligum málroyndum var Annika ikki noterað fyri nakra bjarging í kvøld.