Fríða Matras Brekku sýnir fram í Víngarðinum

Fríggjadagin 14.juni klokkan 16 letur upp framsýning í Víngarðinum við vatnlitamyndum og tekningum hjá Fríðu Matras Brekku. Vit tora at lova, at tað verður ein summarslig og litrík framsýning. Talan er um vatnlitamyndir og blýantstekningar av ávikavist blómum og kelidjórum. Bæði myndevni eru listasøguliga í teirri serligu støðu, at tey í mong ár hava verið (og møguliga enn) verða fatað sum ov banal og grundskygd til at vera list. Hvørki kelidjór ella blómur eiga nakran stóran leiklut í teirri etableraðu føroysku listasøguni. Vit skulu heilt aftur til byrjanina fyri at finna ein blómumálara; slóðbrótarin Flora Heilmann, sum umframt at tekna og mála sítt umhvørvi á Viðareiði og aðrastaðni, málaði kyrrlutamyndir og blómumálningar.

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com.

 

Tað eru ikki tær stóru handarørslurnar, sum merkja arbeiðið hjá Fríðu, tí hennara myndir eru smáar í vavi við neyvum skrásetingum og intensum litum. Fríða Matras Brekku er grafisk listakvinna, ið hevur arbeitt í Steinprenti, sum hon var við til at stovna í Havn í 1999. Umframt blómur og landslagsmyndir eru djór ein myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu og hetta hevur higartil serliga fevnt um seyðir, sum Fríða hevur lýst við nærlagni, humor, men eisini sjáldsomum eymleika. Hesin sami áhugin og virðingin sæst eisini í myndunum av kelidjórum, ið eru so neyvt teknað, at tú sum áskoðari følir tann mjúka pelsin millum fingrarnar bara av at hyggja at eini tekning av eini kettu, sum rullar seg saman. Fríða dugir eisini sjáldsama væl at fáa sermerkta lyndið fram hjá hvørjum einstakum djóri, ið hon avmyndar. Allar blómumyndirnar á framsýningini eru av irisblómum. Tær eru málaðar í einum tíðarskeiði í fjør, tá Fríða fekk starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og tískil kundi miðsavna seg um akvarel og tekning í tríggjar mánaðar.

 

Í grikskari gudalæru var Iris gudinna og boðberi millum gudarnar og menniskjuni - hon ferðaðist ímillum heimarnar báðar á einum ælaboga. Irisblóman er serlig, hon er vøkur og sýnist eitt sindur afturlatin við trimum krúnubløðum, sum tá tey lata seg upp við bláum, violettum, gulum og brúnum litbrigdum verður meira ótálmað og vill eins og angin er kompleksur og ríkur. Í tulkingunum hjá Fríðu verður blóman í støðum skulpturel eins og ein organisk abstrakt standmynd, ið breiðir seg út á myndaflatuni í smáum innrammaðum myndum, har hvør blóma er sín egni fagri alheimur av litum og skapum.

 

Vælkomin til vernissage 14.juni klokkan 16-18,, skrivar Kinna Poulsen, kurator.