Funnu flogfar sum hvarv fyri 53 árum síðan

- Tað hevur verið ringt í 53 ár ikki at vita, hvat hendi flogfarinum, sigur Frank Wilder, ið er sonur ein av teimum fimm, sum lótu lív í vanlukkuni.

Fyri stívliga 53 árum síðan hvarv eitt lítið flogfar við fimm monnum umborð. Hendingin fór fram í kavaveðri í landnyrðingspartinum av USA. Nú er flogfarið funnið á 60 metra dýpi í einum vatni ella innsjógvi. 

 

Flogfarið fór av flogvøllinum í býnum, Burlington í statinum, Vermont hin 27. januar í 1971 og skuldi eftir ætlan lenda í statinum, Rhode Island. Men, stutt eftir, at flogfarið var farið á flog, hvarv tað av radaranum.

 

Tað var avbjóðandi at leita eftir flogfarinum í ringa vetrarveðrinum, og einki úrslit spurdist burtur úr leitingini. Um várið vórðu nakrir smærri vraklutir funnir á einum fjallatindi, og hildið varð, at hetta vóru vraklutir av flogfarinum.

 

Sum árini gingu, vórðu 17 ymiskar royndir gjørdar at finna flogfarið, men flogfarið varð ongantíð funnið.

 

Fyri nøkrum árum síðan leitað nøkur sjálvboðin í Lake Champlain har norðuri í Vermont. Sjógvurin liggur í einum øki, har flogfarið seinast var sæð á radara.

 

Á ekkoloddsmyndum, sum tiknar vórðu av botninum í Lake Champlain, vóru sonevnd avvik, og í mai í ár varð farið at leita við fjarstýrdum undirvatnstólmenni. 

 

Á 60 metrar dýpi fann tólmenni eitt flogfar, sum kundi verið flogfarið, sum hvarv fyri 53 árum síðan, og við nærri kanningum vísti hetta seg eisini at vera flogfarið, sum leitað hevur verið eftir.

 

- Tað hevur verið ringt í 53 ár ikki at vita, um flogfarið var endað í vatninum ella á fjallinum, sigur Frank Wilder, sum er sonur til ein av teimum fimm monnunum, sum lótu lív í vanlukkuni, og hetta sigur hann við tíðindastovuna, AP.

 

Hann vónar nú, at tey kanska kunnu fáa at vita, hvat hendi við flogfarinum feigdartúrin, tá pápin og fýra aðrir lótu lív - fyri 53 árum síðan.