Brennievni verður fylt á støðina hjá Magn við Ringvegin í Havn í morgun

Fylla bensin og diesel aftur á støðirnar

Men tað verður bara selt til neyðsynjarakfør og til teirra, sum hava undantaksloyvi

Brennievni verður fylt á støðina hjá Magn við Ringvegin í Havn í morgun

Í morgun sást tangabilur fylla brennievni á Magnstøðina við Ringvegin í Havn.

Men tað merkir ikki, at støðin letur uppaftur soleiðis, at fólk kunnu keypa bæði bensin og diesel.

– Vit hava fingið loyvi at fylla brennievni á allar støðirnar, men tað verður bara selt til neyðsynjarakfør og tey, sum av onkrari orsøk hava undantaksloyvi frá fakfeløgunum at keypa brennievni, sigur Finn Jakobsen, stjóri á Magn.

 

##med##

Tað virkar á tann hátt, at fólk koyra til pumpuna, men fara so inn í handilin og vísa prógv fyri, at tey hava loyvi at keypa brennievni. Síðani verður pumpan tendrað til at fylla á júst tann bilin, og so slóknar pumpan aftur.

 

 

Brennievni verður fylt á støðina hjá Magn við Ringvegin í Havn í morgun