Fylti tvær ferðir á bilin - uttan at gjalda

- Støðirnar hava góð vakmyndatól, og vit vita, hvør bilurin er, sigur løgreglan.

Ein bilførari hevur tvær ferðir yvir stutta tíð fylt sær bensin á tangan á einari og somu støð í Havn, men hevur ikki goldið fyri áfyllingarnar.

 

- Hetta hendi fyrru ferðina fyrst í mars og so aftur herfyri. Støðirnar hava góð vakmyndatól, og vit vita, hvør bilurin er, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nú verður farið at leita eftir bilføraranum, sum verður skuldsettur fyri at stjala bensin.

 

- Í hesum sambandi skulu vit eisini finna út av, um talan er um sama bilførara á bilinum í báðum førunum.

 

Løgreglan sigur, at tey fáa fatur í bileigaranum, sum hevur fylt á tangan uttan at gjalda, verður hesin skuldsettur fyri stuldur.