Fyrsta pisan á Kambsdali 2024

Í gjár, 13. juni, varð fyrsta pisan floygd á Miðnámi á Kambsdali. Jónathan Meinhardsson Jensen var um miðdagsleitið til sína seinastu próvtøku. Hann var til próvtøku í føroyskum, og við hesi próvtøku er útbúgving hansara á fyrireikingarbreyt lokin. Sum siður er, fær fyrsta pisan saman við rektaranum heiðurin at vindað merkið í húnar hátt. Hetta er ein hátíðarløta, har vit fagna teimum, sum í dag og komandi dagarnar fara at gera seg liðug við seinastu próvtøkuna og fáa eyðkendu húgvuna á høvdið.  

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaðurí Barna- og útbúgvingarmálum, var staddur á Kambsdali í øðrum ørindum, og hann fekk tí høvi at ynskja ársins fyrstu pisu tillukku við próvtøkuni, skrivar kambsdalur.fo, og har eru fleiri myndir at síggja.

 

##med2##

 

##med3##