Góð 30.300 starvsfólk í juli — eitt prosent fleiri enn í fjør

1. juli vóru 30.323 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 300 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri. Vøksturin er 1 prosent.

Endurskoðað hagtøl um starvsfólk

 

Hagtølini fyri starvsfólk (áður nevnt løntakarar) eru endurskoðaði og útgivin á nýggjum. Hagtølini, ið áður fevndu um aldrarnar millum 16 og 74 ár, fevna nú um allar aldrar frá 13 árum og uppeftir. Hagtølini eru nú eisini meira útgreinaði enn áður. Útgreiningin av hagtølunum fevna millum annað um nýggja vinnugreinaflokking, geirabýti, bústaðartilknýti hjá starvsfólkum og størv. Endurskoðanin hevur havt ávísar broytingar við sær samanborið við gomlu løntakaratølini, ið eru lýstar í kassanum niðast í greinini.

 

Í juli mánað vóru 300 fleiri starvsfólk samanborið við sama mánað árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur á 1 prosent.

##med2##

 

Starvsfólk býtt á kyn

Í juli vóru knapt 15.600 menn og 14.800 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta er eitt býti á 51,3 og 48,7 prosent. Samanborið við juli í fjør er vøksturin 0,5 prosent hjá monnum og 1,5 prosent hjá kvinnum.

##med3##

Starvsfólk býtt á vinnugrein 

Ein partur av endurskoðanini av hagtølunum er, at vinnugreinabýtið nú fylgir vinnugreinaflokkingini NACE Rev 2.0 hjá Eurostat. Vinnugreinar eru nú altjóða sambærligar og meira útgreinaðar enn áður. Hetta er sama flokking, sum verður brúkt í endurskoðaðu lønarhagtølunum. Talvan niðanfyri samanber talið av starvsfólki í juli við sama mánað árið fyri. Talvan niðanfyri vísir fyrsta stig í nýggju vinnugreinaflokkingini. Fleiri vinnugreinastig síggjast í hagtalsgrunninum.

##med4##

Starvsfólk býtt á geira

Geiri er eisini nýggj greining av starvsfólkum, so tað nú ber til at býta tal av starvsfólki eftir, um arbeiðsgevarin er undir almennum ella privatum ræði. Í juli arbeiddu 56,3 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og 43,7 prosent hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Arbeiðsgevarar undir almennum ræði fevna um stovnar og almennar fyritøkur. 

##med5##

Býtt á kyn sæst, at 9.150 kvinnur, svarandi til á leið 60 prosent av kvinnuligu starvsfólkunum, arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði í juli. Av monnunum starvast meginparturin við á leið 70 prosent, ella 11.400 í tali, hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. 

##med6##

Bústaðartilknýti og ríkisborgaraskapur

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Niðanfyri sæst gongdin í tali av starvsfólkum býtt á bústaðartilknýti, sum vísir, at vøkstur er í báðum bólkunum. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin 1 prosent fyri tey við bústaðartilknýti og 1,1 prosent fyri tey uttan bústaðartilknýti. 

##med7##

Ríkisborgaraskapur er vorðin meira útgreinaður fyri starvsfólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn evropeiskum. Niðanfyri sæst prosentbýtið av starvsfólkum, sum ikki hava bústaðartilknýti, býtt á heimspartar eftir ríkisborgaraskapi. Av teimum, sum hava búð minni enn 7 út av 10 samanhangandi árum, er serliga býtið av starvsfólkum við asiatiskum ríkisborgaraskapi vaksið tey seinastu árini.

##med8##

Tal av størvum og arbeiðsgevarum

Umframt tal av starvsfólkum ber nú eisini til at síggja tal av størvum og arbeiðsgevarum. Í juli vóru góð 36.000 størv býtt á væl 2000 arbeiðsgevarar í Føroyum. Av hesum vóru 30.300 høvuðsstørv - sum er tað sama sum talið av starvsfólki - og 5.760 hjástørv. Samanborið við juli í fjør eru nú 2 prosent fleiri arbeiðsgevarar og 4 prosent fleiri hjástørv. Mátini eru greidd frá í kassanum niðanfyri greinina. 

Í juli høvdu starvsfólk knapt 1,2 størv í miðal.

##med9##

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin av starvsfólkum hjá Hagstovu Føroya fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tíman um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeið hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum 4 tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstuløn + frítíðarløn efir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðan. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

 

Dagføringar av starvsfólkum

Í fyrru helvt av 2024 hevur verið arbeitt við hagtølunum um starvsfólk, sum nú eru meira útgreinaði enn áður. Tær størstu dagføringar í hagtølunum um starvsfólk eru:

Høvuðsvinnugrein eftir NACE Rev. 2 frá 2008. Hagtølini um starvsfólk eru umskipað til at fylgja altjóða sambærligu flokkingini NACE rev. 2. frá 2008. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar meira sundur fyri at lýsa serføroysk viðurskifti sum best. Høvuðsvinnugrein er tann vinnugreinin, har arbeiðsgevarin hevur størst virksemi. 

Geirar, so nú ber til at býta tal av starvsfólki eftir um arbeiðsgevarin er undir almennum ella privatum ræði. Geiraflokkingin byggir á altjóða flokking í 'European System of Accounts' hjá Eurostat. Geirabýtið í hagtalsgrunninum er ein einfaldari uppseting av hesi flokking.

Ríkisborgaraskapur hjá løntakarum eru meira útgreinaður í heimspartar og øki.

Bústaðartilknýti, so til ber at síggja starvsfólk við og uttan bústaðartilknýti.

Hagtølini koma við fleiri nýggjum mátum: 

Starvsfólk (høvuðstarv), sum er tal av starvsettum persónum knýtt at tí starvi tey fáa størstu lønina. Ein persónur telur bert einaferð. 

Høvuðs- og hjástørv, sum telur samlaða tal av størvum saman. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, um viðkomandi hevur fleiri arbeiðsgevarar.

Hjástørv, sum bert telur størv, sum starvsfólk hava umframt høvuðsstørvini. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, um viðkomandi hevur fleiri arbeiðsgevarar.

Størv tvørturum vinnugreinar, hvar eitt starv fyri ein persón bert kann telja einaferð í hvørjari vinnugrein/geira, men um viðkomandi hevur størv hjá arbeiðsgevarum í ymsum vinnugreinum/geirum verða størvini tald fyri hvørja vinnugrein/geira. 

Arbeiðsgevarar, sum er talið av arbeiðsgevarum. Teir telja bert einaferð, har sum teirra størsta virksemi er. 

Broyting í hagtølunum

Í samband við dagføringarnar eru hagtølini um starvsfólk enduskoðað. Tað hevur við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Í miðal er talið av starvsfólki nú 500-1500 hægri hvønn mánaða, sum kemst av ymiskum orsøkum. Fyrst og fremst av tí, at nýggju hagtølini fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn.  Flestu av hesum vóru skrásettar sum almennar veitingar frammanundan og nýggja skrásetingin ávirka hagtølini um starvsfólk. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.

##med10##