Gølurakti trummusláarin kemur ikki á Voxbotn

Claes Antonsen tekur seg nú úr The Antonelli Orchestra og "alle andre aktiviteter", skrivar hann í telduposti

– Eg veit einki enn, eg havi roynt at ringt til tey í Danmark, men eg fái ikki fatur á nøkrum, so eg veit einki enn.

Tað sigur Rúni Djurhuus, tá vit spyrja hann, hvør støðan er viðvíkjandi gølurakta trummusláaranum kapelmeistaranum í orkestrinum, The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbton.

Í gjár boðaði danski rapparin, Tessa, frá, at hon avlýsir allar konsertir saman við umstrídda orkestrinum hjá Claes Antonsen, eftir at tað er komið fram einum DR dokuentari »Sexisme i musikbranchen«, hvussu ólátaður hann er yvir fyri konufólki – fleiri ákæra hann fyri sexismu.

Rúni Djurhuus segði í gjár, at konsertin við Tessu ikki er avlýst, men at hon bara ikki vildi spæla saman við umstrídda manninum, sum er trummusláari í Claes Antonsen – orkestrið, sum hann sjálvur »eigur«.

Men nú loysir høvuðspersónurin eftir øllum at døma trupulleikan sjálvur.

– Eg kann upplýsa, at eg hava gjørt av at taka meg púrasta burtur úr The Antonelli Orchestra og frá øllum øðrum virksemi, eg eri partur av, skrivar Claes Antonsen í telduposturin.

Í gjár steig hann fram á Facebook og bað um umbering mótvegis teimum kvinnum, sum hann hevði uppført seg sexistiskt ímóti í framleiðsluni av TV 2 sendingini »Toppen af poppen«.

/ritzau/