Mynd: Birgir W. Høgnesen

Gott lag og glaðir stevnugestir í Vestmanna

- Tað ræður um at vera ansin í nógva mjørkanum og ringa sýninum á landsvegnum oman fyri Vestmanna, sigur løgreglan.

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Tað hevur verið rættiliga tjúkt í mjørka á landsvegnum oman fyri Vestmanna í morgun, og vaktleiðarin visti um 09-tíðina at siga, at her hevði verið eitt ferðsluóhapp.

 

- Fólk hava ivaleyst lagt til merkis, at tað hevur tikið tíð at koma til og úr Vestmanna í morgun, men vit royna at fáa greiðu á ferðsluni í mjørkanum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her hevur ein bilur staðið tvørt fyri á vegnum, og tað hevur verið roynt at leiða ferðsluna uttanum bilin.

 

Løgreglan heitir á bilførarar, nú Bátastevna er í Vestmanna, um at vera ansin í nógva mjørkanum og ringa sýninum á landsvegnum oman fyri Vestmanna.

 

- Vit hava eisini havt fólk í Vestmanna í nátt, og her hevur verið góður stemningur og glaðir stevnugestir.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at í einum tveimum førum hevur løgreglan tosað fólk til rættis, áðrenn nakað keðiligt spurdist burturúr.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at nógv er á skránni í Vestmanna á Bátastevnuni, og tað er seinnapartin í dag, at stóra bátasiglingin verður. 

 

 

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen