Grava fjarhitarør tvørtur um Frælsið

Ferðsluavmarkingar á Frælsinum í sambandi við fjarhitagrevstur

 

Í dag byrjaði fjarhitagrevstur tvørturum vegin beint við rundkoyringina á Frælsinum í Havn.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at arbeiðið hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður úr og til Jóanesar Paturssonar gøtu tvørtur um rundkoyringina á Frælsinum.

 

– Hetta er galdandi frá mánadegnum 24. juni til mánadagin 1. juli klokkan 8, og í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J.C. Svabos gøtu, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

##med2##