Grønland: Skulu taka støðu til varðhaldsfongsling av Paul Watson

Forsetin í Fraklandi og aðrir altjóða politikarar hava heitt á Danmark um ikki at útflýggja Paul Watson.

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli. Hósdagin verður støða tikin til, um hann skal vera verandi í fongslinum. (Savnsmynd). - Mynd: Thomas Peter/Reuters

Rætturin í Sermersooq fer í dag at hava rættarfund í einum máli, sum hevur vakt altjóða ans, sjálvt um tað bert snýr seg um at leingja eina varðhaldsfongsling.

Rætturin skal gera av, um umhvørvisaktivisturin Paul Watson framvegis skal sita í varðhaldi.

73 ára gamli Watson varð handtikin í havnini í Nuuk 21. juli í ár av løgregluni í Grønlandi.

Kanadiski-amerikanski umhvørvisaktivisturin varð handtikin eftir altjóða handtøkuboð frá Japan, sum vil ákæra Watson fyri eina hending í Antarktis í 2010, har japanskir hvalaveiðumenn veiddu og drupu hval.

Myndugleikarnir í Japan halda, at umhvørvisaktivisturin leyp á hvalaveiðumenninar og forðaði teimum í teirra virksemi.

Rættarfundurin í rættinum í Sermersooq í dag snýr seg um, hvørt Watson framvegis skal sita í varðhaldi og tískil ikki um hann skal útflýggjast til Japan.

Tað er danska løgmálaráðið, sum skal gera av, um Watson skal útflýggjast til ákæru í Japan.

Útflýggjanin verður tó framvegis eitt tema í rættarfundinum hósdagin, sambært einum av advokatunum hjá Watson, Jonas Christoffersen.

- Fyri at byrja við vildi ein sagt, at ein persónur skal haldast aftur undir máli um útflýgging, tí annars kann vandi vera fyri, at viðkomandi fer av landinum, segði Jonas Christoffersen, sambært AFP, á tíðindafundi mánadagin.

Verjuliðið hjá Watson hevur ført fram, at hann ikki skal útflýggjast, tí sambært teimum virðir Japan ikki mannarættindini.

Síðani handtøkuna hava altjóða røddir heitt á Danmark um ikki at útflýggja umhvørvisaktivistin.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, segði longu nakrar dagar eftir handtøkuna, at hann hevði samband við danskar myndugleikar um Watson, samstundis sum hann eisini gjørdi greitt, at Danmark ikki skuldi útflýggja hann.

Fyrst í august heittu 73 altjóða politikarar úr tíggju ymiskum londum á Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, um at lata Paul Watson leyslata.

Men í prinsippinum verður tað torført hjá Danmark ikki at lata Japan Watson, sigur uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen (M).

 

- Vit kunnu ikki hava eitt útgangsstøði, har vit byrja at siga, at tað ikki er opportunt at spæla eftir reglunum her, tí vit stoyta onkran, segði hann við Politiken í sambandi við summarbólkafundin hjá Moderatunum mánadagin.

 

/ritzau/

 

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli. Hósdagin verður støða tikin til, um hann skal vera verandi í fongslinum. (Savnsmynd). - Mynd: Thomas Peter/Reuters