Håkan: Vit mugu broyta spæliætlan

Manslandsliðið: Avboðið hjá Brandi Hendriksson kemur illa við hjá Håkani Ericson

Mynd: (Álvur Haraldsen) Håkan Ericson var í góðum lag til venjingina í dag

Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í løtuni Nations League dystin móti Norðurmakedónia, sum verður leygardagin klokkan 14 á Tórsvølli. Ein av stóru avbjóðingunum hjá føroyska landsliðsvenjaranum, Håkani Ericson, er at Brandur Hendriksson ikki er við.

 

Tað vóru trý tóm pláss á listanum, tá tíðindafundurin fyri stórari viku síðan var av. Tá segði landsliðsvenjarin, at ein miðvallari skuldi við afturat. Eftirfylgjandi gav Brandur Hendriksson avboð, men ongin miðvallar var milum teirra, sum bleiv úttikin. Tað blivu hinvegin Sonni Ragnar Nattestad, Pætur Petersen og Patrik Johannesen.

 

- Avboðið hjá Brandi órógvar okkara ætlan fyri miðvøllin, tí hava vit valt at broyta ætlan. Orsøkin til at eg havi tikið Partik við, er at hann kann røkja 10’ara plássið og spæla á vonginum, umframt í álopinum. Eg føldi ikki, at vit høvdu ein miðvallara í tí forminum, sum vit hava brúk fyri á landsliðnum, sum vit kundu taka út, sigur Håkan Ericson og leggur afturat:

 

- Brandur hevur nakrar sereginleikar, sum ongin annar føroyskur spælari hevur. Við honum á vøllinum kunnu vit spæla sentralt á vøllinum. Har mugu vit leggja um.

 

Tí bendir nógv á, at føroyska landsliði vendir aftur til gamlar dygdir við stórum denti á verjuspælið. Helst verður talan um ein 4-1-4-1 uppstilling, sum til tíðir kann verða ein 4-5-1. Landsliðsvenjarin vil tó ikki avdúka so nógv.

 

- Eg kann siga nakað, men ikki so nógv. Eg síggi Norðurmakedónia sum eitt sterkt tekniskt lið, sum minnir nógv um Albania. Norðurmakedónia kemur ikki við einum stóru trýsti, sum vit kenna frá millum annað Kekkia, Póllandi og Danmark, men teir hava tríggjar ella fýra spælarar, sum eru á einum avbera høgum stigi, forklárar Håkan Ericson og sigur víðari:

 

- Eg vóni at vit fáa meira pláss at spæla á, enn vit fingu móti hinum trimum londunum, ið eg nevndi. Hetta er eitt lið, sum verjir afturi á vøllinum og trívist væl í smáspæli. Norðurmadedónia hevur eins og Albania eisini skorað nógv mál útifrá. Tað snýr seg um hjá okkum at ikki detta alt ov lant aftur og leggja trýst á skotmøguleikarnar.

 

Håkan Ericson og venjaratoymið hevur ikki sett liðið ella endaliga valt spæliætlan til dystin. Teir vilja eisini síggja spælararnar á vøllinum.

 

- Vit hava eina grundætlan, sum vit arbeiða útfrá. Tað eru spælarar, sum eru til reiðar og tað eru spælarar, sum eru í kapping um plássini. Tað eru pláss á liðnum, har vit hyggja eftir tí taktiska og tað eru pláss, har vit hyggja eftir dagsforminum. Hvussu væl spælarar eru fyri og hvussu eitt nú nertingarnar sita til venjing. Tá alt kemur til alt, so verður tað ein meting frá okkara síðu, sigur Håkan Ericson.

 

Teitur M. Gestsson hevur eitt brákað ryvjabein og vandi ikki við í gjár. Hann var á vøllunum í dag og hevur fingið til hósdagin, at klára ein fulla venjing. Um ikki, so verður nýggjur málverji innkallaður. Håkan Ericson sigur at enda, at hóast onkrir spælarar hava snuddir, so eru allir klárir til dystin.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Håkan Ericson var í góðum lag til venjingina í dag