HB vann ársins fyrsta sigur

1. DEILD: Favorittarnir í Víkingi, sum høvdu Jørgen Nielsen millum teir fyrstu ellivu, fóru krøktir úr Gundadali

Í vetur skrivaði Jørgen Nielsen undir sáttmála við Víking. Beinbrot hevur hildið honum burtur frá fótbólti higartil í ár. Í kvøld var hann í fyrra hálvleiki á næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum í Gundadali tapti 2-1 ímóti HB, sum vann fyri fyrstu ferð í ár

Víkingur hevði undan kvøldsins dysti í Gundadali 16 stig, og HB hevði tvey stig. Tí var Víkingur stórfavorittur, men tað var HB, sum vann 2-1. Sigurin ber við sær, at HB nú hevur fimm stig, og at HB ikki longur er aftast. Tað er tó framvegis stórt glopp fram til áttanda plássið. KÍ er á áttanda plássi og hevur saman við TB 114 stig. Í morgin hittast KÍ og TB í Klaksvík.

 

Alt sá út til at vera, sum tað plagar, tá ið Víkingur eftir ein hálvan tíma legði seg á odda 1-0. Fríði Gertsson Jarnskor átti uppleggið, og Jósef Ólavsson var málskjútti. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 16 ára gamli Jósef Ólavsson var málskjútti í 1. deild.

 

Merkisvert var tað, at Jørgen Nielsen var millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Hann var ætlaður at eiga leiklut í bestu deildini, eftir at hann í vetur flutti til Víking, men beinbrot hevur higartil i ár hildið honum burtur frá fótbólti. Í kvøld var hann á vøllinum í 45 minuttir.

 

Ein lítil tími var farin, tá ið HB javnaði. Dávid Reynheim var m´slkjútti, og Jógvan Skeel Nolsøe átti uppleggið. Og so var tað fýra minuttir seinni, at HB aftur var upp á spæl, og Jógvan Ósá skoraði málið, sum vísti seg at bera trý stig við sær. Uppleggið átti Rúni Kjærbo. Hetta var fyrsta málið hjá Jógvani Ósá í næstbestu deildini í ár. Í fjør skoraði hann eitt mál, í 2022 skoraði hann tvey mál, og í 2021 skoaði hann tvey mál, veit FaroeSoccer at siga.

 

Um eina viku fær HB vitjan av AB, og um eina viku verður Víkingur aftur í Gundadali. Tá verður tað B36, sum verður vertur.

 

Í vetur skrivaði Jørgen Nielsen undir sáttmála við Víking. Beinbrot hevur hildið honum burtur frá fótbólti higartil í ár. Í kvøld var hann í fyrra hálvleiki á næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum í Gundadali tapti 2-1 ímóti HB, sum vann fyri fyrstu ferð í ár